Glaslist
Skúlin við GøtugjógvÁ hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Skeiði verður eftir jól, nærri kunning seinni.
Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Skeiði verður eftir jól, nærri kunning seinni.
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Hetta skeiðið verður tveir dagar í februar, eftir avtalu.
1. februar verður kafé í Filadelfia. Á skránni verður hugnalig samvera, sangur og góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Sunnudagin 2. februar verður tónleikur, myndir og frásagnir í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil spæla fjølbroyttan klassiskan tónleik. Árni Jacobsen greiðir frá vøkrum myndum úr Føroyum og Leirvík. Kostanður: 80 kr. (børn fría atgongd). Kaffi, te og okkurt gott afturvið er íroknað. Øll eru hjartaliga […]
Filmsgerð við telefonini er eitt skeið til tín, ið ynskir at betra um tíni evnir at taka filmar við telefonini og at viðgera teir aftaná. Á skeiðinum verður fyrst tosað um teoriina aftanfyri filmsgerð og seinni fara vit yvir til tað praktiska, har vit taka filmar upp úti og runt í bygninginum. Tann síðsti parturin […]
Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið. Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA) eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við […]
Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Árni Jacobsen vísir fram myndir og eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur.
Missiónsvikan hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum í døgunum 16. til 23. februar (sí skrá). Øll eru hjartaliga vælkomin! SUNNUDAGIN 16. FEBRUAR Kl. 16:00 Familjumøti við heimligum kreftum. Innsavnan til sunnudagsskúlan. Nátturði verður at fáa eftir møtið. TÝSDAGIN 18. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við Hera Kjærbo. Gospelkórið Lanterna framførir. MIKUDAGIN 19. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við […]
Hetta skeiðið er ætlað børnum, sum vilja kenna fuglarnar, vit vanliga síggja í fjøruni og urtagarðinum. Vit læra fuglanøvn og fuglaljóð, at gera fuglafóður, at brúka kikara og at fáa eyga á fuglarnar. Endamálið er at fáa størri gleði av at vera í náttúruni og at deila hesa gleði saman við einum, man er góður […]
Kafé verður í Filadelfia 1. mars kl. 10:00. Hugnalig sammvera, sangur og góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo
Vit kjakast um nýggju verkætlanina hjá kommununi, ið snýr seg um, hvussu vit frameftir kunnu styrkja og menna ferðavinnuna. Ein spennandi og gevandi fyrilestur við Mikael Forselius, ferðavinnumennara úr Norra. Tiltakið er ókeypis. Kom við!