Events
-
-
-
Sædis glas hevur opið
Sædis glasSædis glas hevur opið hvønn mánadag í desember Herafturat er opið á verkstaðnum hvønn dag aftaná kl. 15
-
Jólakonsert hjá tónlistarskúlanum
Skúlin í LeirvíkEysturkommunu tónlistarskúli hevur næmingakonsert í Leirvíkar skúla 3. des. kl. 17.00
-
Jólatrøini í kommununi verða tendrað
Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.
-
Lávusarhús opið á jólum
LávusarhúsMánadag - fríggjadag 16.30 - 18.30 Leygardag 12.30 - 16.30 Sunnudag 22. desember 14.00 - 18.00 Mánadag 23. desember 12.00 - 18.00
-
Jólakafé í Filadelfia
FiladelfiaJólakafé í Filadelfia Leygardagin 7.des kl 10.00 - 12.00 Á skránni verður sangur, samfelag og góður drekkamunnur - øll eru hjartaliga vælkomin!
-
Jólasøla í Víkingahúsinum
Víkingahúsinum í NorðragøtuJólasøla í Víkingahúsinum. Sølubásar við alskyns góðum frá húskjum í Eysturkommunu
-
Vælkomin til jóla-sangløtu!
Vælkomin til jóla-sangløtu! Miðhøllini í Leirvíkar skúla. Mikudagin 11. des kl 17.00. Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar, langommur og langabbar. Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum. Aftaná fáa øll okkurt gott.
-
Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið
Víkingahúsinum í NorðragøtuJolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið íVíkinga húsinum. Tilmelding áðrenn 4. desember. Kostnaðurin er 150 kr.
kr. 150 -
Jólaskipið til Leirvíkar
Jólaskipið kemur til Leirvíkar fríggjadagin 20. desember umleið kl. 17.30. Jólamenn koma at vitja og jólapakkar verða til børnini.
-
Jólafjós
Jólafjós. Uppliva jólahugnan á Varmakeldugarðinum í Gøtudali Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja njóta tann serliga jólastemningin. Her verður møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jólamyndir saman við familjuni. Garðurin bjóðar eisini upp á Fjósloftið, har heita kakao og rís à la mande er at fáa. Eisini verður garðssøla við nøkrum av […]
-
Gøtu Kirkju Ungdómskór & Gøtu Kirkju Barnakór syngja jólini inn!
Gøtu kirkjaSiðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera "jólaliga" skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina. Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu […]