• Gøtu Kirkju Ungdómskór & Gøtu Kirkju Barnakór syngja jólini inn!

    Gøtu kirkja

    Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera "jólaliga" skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina. Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu […]

  • Jólafest hjá Bethania

    Kirkjukjallarin

    Jólafestin hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum fríggjakvøldið 27. desember kl. 19. Á skránni verður: - Andakt við Tummasi Kannuberg - Oddmar og Sonny framføra - Undirhald - Felagssangur - Ein góður biti Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Gudstænasta í gomlu Gøtu kirkju

    Á trettenda, 6. januar, verður gudstænasta við Tummasi Kannuberg, presti, í gomlu Gøtu kirku. Hetta verður kl. 20. Aftaná verður drekka at fáa í Glyvrahanusar húsi.

  • Garva og lita

    Seyðahúsið hjá hagapartinum Navirnar, Leirvík

    Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. Á hesum skeiði fara vit somuleiðis at lita tað liðugtgarvaða skinnið. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Somuleiðis taka luttakararnir sjálvir hóskandi […]

    kr. 300
  • Lær teg at gera filipinskan mat

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Í vetur verður skipað fyri forkunnigum skeiðið, har vit læra at gera filipinskar rættir. Tú fært at vita, hvar tilfarið kann keypast og hvussu maturin kann gerast. Vit enda við at eta heimagjørda máltíðina saman. Tíðspunkt: 18 januar 2025 25 januar 2025 1 februar 2025 8 februar 2025 Klokkutíð: Eftir nærri avtalu.

    kr. 300
  • Glaslist

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Skeiði verður eftir jól, nærri kunning seinni.  

    kr. 300
  • Dreya

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Hetta skeiðið verður tveir dagar í februar, eftir avtalu.

    kr. 300
  • Kafé í Filadelfia

    Filadelfia

    1. februar verður kafé í Filadelfia. Á skránni verður hugnalig samvera, sangur og  góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin!  

  • Festligir tónar og vakrar myndir í Leirvík

    Báta- og Listasavnið

    Sunnudagin 2. februar verður tónleikur, myndir og frásagnir í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil spæla fjølbroyttan klassiskan tónleik. Árni Jacobsen greiðir frá vøkrum myndum úr Føroyum og Leirvík. Kostanður: 80 kr. (børn fría atgongd). Kaffi, te og okkurt gott afturvið er íroknað. Øll eru hjartaliga […]

  • Filmsgerð

    Brandstøðin í Leirvík

    Filmsgerð við telefonini er eitt skeið til tín, ið ynskir at betra um tíni evnir at taka filmar við telefonini og at viðgera teir aftaná. Á skeiðinum verður fyrst tosað um teoriina aftanfyri filmsgerð og seinni fara vit yvir til tað praktiska, har vit taka filmar upp úti og runt í bygninginum. Tann síðsti parturin […]

    kr. 300
  • Play Boys & ASA í Tøting

    Tøting

    Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið. Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA)  eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við […]

  • Sólarkaffi 2025

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Árni Jacobsen vísir fram myndir og eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur.