Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Bárður syngur Cohen & People in Orbit

Dato

15. mars

Staður

Tøting

Leygarkvøldið 15. Mars kl. 20.30 í Tøting.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast við dyrnar frá kl. 20.00.
Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.

“Eingin sum Cohen”, hevur verið heitið á nøkrum minniskonsertum, sum Bárður á Lakjuni hevur havt kring landið.

Svenski bólkurin People In Orbit, vitjar í hesum døgum í Føroyum, her nakrar konsertir verða á skránni. Vit gleða okkum at fáa hesar framúr dugnaligu tónleikarnar á vitjan.