• Talv

    Gamli Gjái við Gøtugjógv Vaktarhúsvegur 1, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu. Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin. Vit halda til í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv. Kvøldskúlin telvar mikudag kl. 17-19. Gøtu Talvfelag telvar mikudag frá kl. 19. Ábyrgdarpersónur: Petur Páll Mikkelsen

  • Eystanljóð

    Skúlin við Gøtugjógv

    Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986. Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi. Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við. Vant verður í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Eystanljóð venur týskvøld kl. 19:30-21:30. […]

  • Sjavs

    Brandstøðin í Leirvík

    Hvørt hóskvøld kl. 19 í vetrarhálvuni savnast fólk í brandstøðini í Leirvík til sjavs. Umráðandi er at hava ein makkara við sær. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, har fólkini kappast og hava tað stuttligt saman. Drekkamunnur er eisini at fáa. Øll eru vælkomin í brandstøðina at spæla sjavs.

  • Reysti

    Svimjihylurin í skúlanum í Leirvík

    Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini. Vitja facebook síðuna […]

  • Kafé í Filadelfia

    Filadelfia

    Leygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • HOYMA

    í tungu, Syðrugøta

    20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo

  • 300 ár síðani pokurnar í Leirvík

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Í ár eru 300 ár síðani pokurnar herjaðu í Leirvík. Í tí sambandi verður eitt tiltak í bygdarhúsinum í Leirvík hóskvøldið 25. september kl 19.30. Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini. Felagssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku. Tórhild […]

  • Minnishald á krokkvøllinum í Leirvík

    Krokkvøllurin í Leirvík Á bakka, Leirvík, Faroe Islands

    Leygardagin 27. september kl 14 verður minnishald um pokurnar í Leirvík. Per Martin Gregersen, borgarstjóri, avdúkar steinin við minnisplátuni um pokurnar í Leirvík. Steinurin stendur við trappuna niðan fyri krokkvøllin. Felagssangur, og Jón Rói Høgnesen syngur ein kingosálm. Gongutúrur: Eftir minnishaldið verður gongutúrur  við Martini Fjallstein: Túrurin tekur áleið 1½-2 tímar. Prátað verður í útgerð, […]

  • Maskinbinding

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 10. - 11 og 24. – 25. oktober  og  7. – 8. november. Harafturat tvey vikuskifti eftir nærri avtalu Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 […]

    kr. 500
  • Jólaligir rómabollar (2. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.   Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00  

    kr. 300
  • Kom og rør teg

    Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

    Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiðnum fært tú eitt sindur av øllum – bodybalance, pilates og slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av styrki og zumba mix. Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. 06:00 - 07:00

    kr. 500
  • Undirvísing til orðblind/lesiveik (vaksin)

    Skúlin í Leirvík

    Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind  ella lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum ella lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í […]