• Filma og ger video við fartelefonini

    Leirvíkar skúli

    Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er telefonin. Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd og brúka einfaldar […]

    kr. 300
  • Konsert á Báta- og Listasavninum

    Báta- og Listasavnið

    Vit bjóða til eina serliga vakra og øðrvísi konsertuppliving, tá Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) spæla konsert á savninum sunnudagin 23. november kl 16.Skráin er í stóran mun verk hjá Niccolò Paganini, ið bæði var framúr violinleikari og einastandandi gittaristur. Talan er um lættan, virtuosan og vakran tónleik í tí klassiska bel […]

  • Hugnaløta í Gøtu kirkju

    Gøtu kirkja

    Mánadagin 24. november kl. 10 verður hugnaløta í Gøtu kirkju. Próstur hevur andakt og Dagbjórt Ó. Hansen hugleiðir um 32 ár sum kirkjuráðslimur. Øll eru vælkomin.

  • Lávusarhús opið á jólum

    Lávusarhús

    Til jóla hevur Lávusarhús opið soleiðis: Mán-frí: 16.30-18.30 Ley: 12.30-16.30

  • Sædis glas opið á jólum

    Sædis glas hevur opið hvønn dag til jóla. Ring ella skriva á tlf. 229298 fyri at avtala tíðir at vitja verkstaðið. Sædis arbeiðir bæði við reinum glasi og við endurnýtsluglasi. Á verkstaðnum selur hon eisini fløvur/plátur , taskur og aðra list hjá døtrunum. Verið vælkomin.

  • Havnar Jazzfelag og TUTL 50 ár

    Tøting

    ***Leygarkvøldið 29. Nov. kl. 20.30 í Tøting*** HAVNAR JAZZFELAG OG TUTL 50 ÁR. Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo, ella við dyrnar frá kl. 20.00. maður:glotti Akustisk útgávu-konsert við maður:glotti Seinast maður:glotti var á palli var í 2008, men nú spæla teir aftur nakrar akustiskar konsertir í […]

  • Takkar- og offurgudstænasta

    Gøtu kirkja

    1. sunnudagur í advent er takkar- og offurgudstænasta. Boðið verður til morgunmat frá kl. 10:00. Innsavnan verður til kirkjuna. Barnakirkjukórið luttekur. Konfirmantar luttaka.

  • Syngja jólini inn

    Leirvíkar kirkja bryggjan 10, Leirvík, Faroe Islands

    Fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er 30. novembur, syngja vit jólini inn í Leirvíkar kirkju kl 18:00 Jólasálmar og jólasangir verða spældir við fullum orkestri Leirvíkingurin Sylverius Jacobsen hugleiðir. Tiltakið er ókeypis - Hjartaliga vælkomin.

  • Jólaklipp á bókasavninum

    Bókasavnið í Leirvík

    Mánadagin 1. desember kl. 16-19 verður hugnalig løta, har til ber at klippa jólapynt á bókasavninum í Leirvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.

  • Jólatræið í Leirvík tendrar

    Leirvíkar skúli

    Týsdagin 2. desember kl 18 tendrar jólatræið í Leirvík. Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.

  • Hekla kavaflykrur í Eygastovu

    Eygastova Tróndargøta 13, Norðragøta, Faroe Islands

    Vit hekla kavaflykrur í Eygastovu 2. desember kl. 19-22 verður hugnaløta í Eygastovu, har Anna Tórgarð kemur at leggja okkum lag á at hekla kavaflykrur, sum tær á myndunum. Ein góður drekkamuður við onkrum góðum afurvið verður at fáa. Kavaflykrurnar eru lættar og skjótar at hekla. Neyðugt er at duga grundleggjandi hekling. Neyðugt er við […]

  • Jólatræið við Gøtugjógv tendrar

    Skúlin við Gøtugjógv

    Mikudagin 3. desember kl 18 tendrar jólatræiðvið Gøtugjógv. Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.