Konsert á Báta- og Listasavninum
Vit bjóða til eina serliga vakra og øðrvísi konsertuppliving, tá Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) spæla konsert á savninum sunnudagin 23. november kl 16.Skráin er í stóran […]
Vit bjóða til eina serliga vakra og øðrvísi konsertuppliving, tá Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) spæla konsert á savninum sunnudagin 23. november kl 16.Skráin er í stóran […]
Mánadagin 24. november kl. 10 verður hugnaløta í Gøtu kirkju. Próstur hevur andakt og Dagbjórt Ó. Hansen hugleiðir um 32 ár sum kirkjuráðslimur. Øll eru vælkomin.
Til jóla hevur Lávusarhús opið soleiðis: Mán-frí: 16.30-18.30 Ley: 12.30-16.30
Sædis glas hevur opið hvønn dag til jóla. Ring ella skriva á tlf. 229298 fyri at avtala tíðir at vitja verkstaðið. Sædis arbeiðir bæði við reinum glasi og við endurnýtsluglasi. […]
***Leygarkvøldið 29. Nov. kl. 20.30 í Tøting*** HAVNAR JAZZFELAG OG TUTL 50 ÁR. Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo, ella við dyrnar […]
1. sunnudagur í advent er takkar- og offurgudstænasta. Boðið verður til morgunmat frá kl. 10:00. Innsavnan verður til kirkjuna. Barnakirkjukórið luttekur. Konfirmantar luttaka.
Fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er 30. novembur, syngja vit jólini inn í Leirvíkar kirkju kl 18:00 Jólasálmar og jólasangir verða spældir við fullum orkestri Leirvíkingurin Sylverius Jacobsen […]
Mánadagin 1. desember kl. 16-19 verður hugnalig løta, har til ber at klippa jólapynt á bókasavninum í Leirvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Týsdagin 2. desember kl 18 tendrar jólatræið í Leirvík. Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Vit hekla kavaflykrur í Eygastovu 2. desember kl. 19-22 verður hugnaløta í Eygastovu, har Anna Tórgarð kemur at leggja okkum lag á at hekla kavaflykrur, sum tær á myndunum. Ein […]
Mikudagin 3. desember kl 18 tendrar jólatræiðvið Gøtugjógv. Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Árliga jólasølan verður aftur, har borgarar í Eysturkommunu koma at selja hondgjørdar lutir o.a. Kom og keyp jólagávuna til ein, tú ert góð/ur við.Her fært tú: Ymiskt bundið, trælutir, heimagjørt […]