• Barna Víkingaveitsla 4.-7. flokkur

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […]

  • Minningarhald teirra sjólátnu

    Minnisvarðin í Leirvík Áargarður, Leirvík, Faroe Islands

    Sunnudagin 1. november 2026 verður minningarhald teirra sjólátnu í Leirvík. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 16:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16.30. Árni Jacobsen, Leirvík, flytir fram røðu.

  • Vøggusálmasangur í Leirvíkar kirkju

    Leirvíkar kirkja bryggjan 10, Leirvík, Faroe Islands

    Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Leirvíkar kirkju í november Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 3. november 10. november 17. november 24. november  

  • Víkingaveitslan 2026

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Árliga víkingaveitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 7. november kl. 19:00. Trý rættað matskrá Felagssangur Undirhald Tónleikainnsløg: Sámal Ravnsfjall Jón frá Grandmas Basement Eyðun Nolsøe Dansur við BRIM Keyp atgongumerki til veitsluna i Víkingahúsinum í Sarpugerði mikudagin 28. oktober kl. 19-21.

  • Sjokulátakonfekt (2. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 9. november kl. 17:00 – 20:00

    kr. 300
  • Søguløta

    Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Týsdagin 10. november kl. 10 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Vár Berghamar Jacobsen lesur úr bókini Luddi og Lundisa spæla krógva og blunda. Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Borðspælskvøld

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Vit spæla borðspøl í Víkingahúsinum í Norðragøtu! Mikukvøldið 11 nov. verður borðspælskvøld Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 18:00 til 21:00. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við borðspølum.  Tit eru eisini vælkomin at taka borðspøl við! 🎲 Vit vóna at síggja nógv tykkara!

  • Dansur í Losjuni

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Dansur verður í Losjuni Fríggjakv 13/11 Jonhard tekur sær av tónleikinum Kaffi hugni og prát, øll vælkomin 50 kr

  • Jólamarknaður á brandstøðini

    Brandstøðin í Leirvík

    Jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík! Sunnudagin 15. november kl. 14.00–18.00 verður aftur hugnaligur jólamarknaður á Brandstøðini í Leirvík. Her verður møguleiki at keypa jólapynt, heimagjørdar vørur, persónligar jólagávur og nógv annað spennandi. Eisini verður ymiskt hugnaligt á skránni fyri bæði børn og vaksin: Kom ein túr við brandbilinum Listaframsýning Jólamyndir Tónleikur og sangløta Kaffi og […]

  • Dreya (1.skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 20 November: 17:00 – 21:00 Leygardagin 21 November: 09:00 – […]

    kr. 300
  • Ger filmar við fartelefonini

    Skúlin í Leirvík

    Snildtelefonin hjá tær tekur uttan iva sera góðar myndir. Tað gera allar snildtelefonir í dag, men dugir tú veruliga at brúka tað? Visti tú, at tú kanst fáa tínar myndir og video at síggja topp professionelt út, uttan at keypa nakran dýran eykalut í Elding? Hetta fara vit at arbeiða við á 3-daga byrjanarskeiðinum, har […]

    kr. 300
  • Bókaútgáva á Bátasavninum

    Báta- og Listasavnið

    Leygardagin 21. november kl. 16.00 verður bókaframløga á Bátasavninum í Leirvík, har nýggja bókin hjá Árna Jacobsen, „Serstakir steinar í fjøllunum“, verður løgd fram. Bókin er 165 síður og prýdd við heili 275 myndum. Ein spennandi og forvitnislig bók um serstakar steinar í føroysku fjøllunum. Til ber at ogna sær bókina fyri 200 kr. á […]