Konsert í Tøting
TøtingFríggjakvøldið 4. Apríl spæla Printz Board & the Butter Funk Family (USA) og Alana Hil (USA) í Tøting! Atgongumerki á 200 kr. (tó bert 150 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo.
Fríggjakvøldið 4. Apríl spæla Printz Board & the Butter Funk Family (USA) og Alana Hil (USA) í Tøting! Atgongumerki á 200 kr. (tó bert 150 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo.
5. apríl kl 10:00 verður kafé í filadelfia. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Tíðspunkt: 7., 10. og 11. apríl kl. 15:00-21:15 og 12. apríl kl. 10:00-18:00
Týskvøldið 8. apríl kl. 19-21 verður Martin Fjallstein aftur við tveimum evnum. Tórhild Bjarkhamar syngur tveir sangir og Jógvan við Keldu situr við klaverið. Eisini verður nógvur felagssangur. Atgongumerkið 80 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vit taka næsta stig í menningini av ferðavinnuni, øll sum hava áhuga eru vælkomin. Fundurin verður hósdagin 10. apríl klokkan 17:00 til 18:30 Vinaliga boða frá luttøku til rutha@eystur.fo í seinasta lagi mánadagin 7. apríl.
Í ár verður aftur listaframsýning, og sum nakað nýtt verður ein fjølbroytt framsýning frá Kvøldskúlanum partur av páskasýningini. Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór og føroyskan dans. Listasýningin: 1. páskadag kl. 15 - 19, og 2. páskadag kl. 14 - 19 Kvøldskúlaframsýningin: 2. Páskadag kl. 14
Hetta skeiðið verður í seinni helvt av apríl, nærri kunning seinni.
Í samband við at bókasøvnini kring landið seta fokus á heimsmálini, skipar bókasavnið í Leirvík fyri Ruskbingo. Tiltakið byrjar týsdagin 22. apríl og endar 28. apríl. Tey, ið hava fulla plátu, vinna ein virðisseðil, har tey kunnu keypa ein kramarís í Effo, Leirvík.
Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi til at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. mai. Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið. […]
Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.
Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo