Málkafé (learn faroese)

Skúlin í Leirvík, stova 12

Hjálp til undirvísing fyri børn, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál. Øll kunnu luttaka. Support for teaching children who do not have Faroese as their first language. Everyone is welcome to participate.   Nær: Týsdag og mikudag kl 13:00-15:00 Prísur: Ókeypis

Free

Undirvísing til orðblind/lesiveik børn (3. flokkur og eldri)

Skúlin í Leirvík

Hetta er undirvísing fyri børn úr 3. flokki og eldri, ið eru orðblind  ella lesi- ella skriviveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum.   Nær: Eftir avtalu Prísur: […]

Free
Event Series Bregda og virka hosubond

Bregda og virka hosubond

Skúlin við Gøtugjógv

Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00 Prísur: 300 kr.

kr. 300

Glaslist (heyst)

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Mikukvøldini 22. og 29. okt. & 5., 12., og 26. nov. Kl. 18:00 -21:00 Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.  

kr. 300

Leirlist (10 – 18 ár)

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiðnum sleppa børn og ung at arbeiða við leiri, forma og skapa sínar egnu lutir. Vit læra ymiskar teknikkir á ein stuttligan og skapandi hátt. Tíðspunkt: Mikukvøld 22. og 29. oktober og 5., 12., og 19. november    

kr. 300

Fylt sjokoláta (1. skeið)

Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Týsdagin 28. oktober kl. 18-21  

kr. 300

Fylt sjokoláta (2. skeið)

Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Skeiðið er mikudagin 29. oktober kl. 18-21.  

kr. 300

Drama, Vaksin (18+)

Losjan Glotti, við Gøtugjógv

Slepp hugflognum leysum og royn okkurt heilt øðrvísi - eitt dramaskeið fyri vaksin. Á hesum skeiðnum arbeiða vit við hugflogi okkara, sjónleika-venjingum, improvisatión, kroppi og rødd. Vit venja okkum við veruliga at lurta eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum samstundis. Vit arbeiða við kropsmáli og persónligum eyðkenni. Undirvísingin verður tillagað soleiðis, at hon tekur hædd […]

kr. 500

Brodering

Skúlin við Gøtugjógv

Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar.   Nær: 4., 5., 6. og  11. og 12. november  

kr. 300

Jólaligir rómabollar (1. skeið)

Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.   Nær: Týsdagin 11. november kl. 18:00-21:00  

kr. 300

Dreya (heyst)

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 14. november: 17:00 – 21:00 Leygardagin 15. november: 09:00 – […]

kr. 300

Filma og ger video við fartelefonini

Leirvíkar skúli

Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er telefonin. Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd og brúka einfaldar […]

kr. 300