Jólaløta uttanfyri Leirvíkar kirkju
Mánadagin 22. desember kl. 16 verður hugnaløta uttanfyri kirkjuna og børnini fáa jólapakkar.
Mánadagin 22. desember kl. 16 verður hugnaløta uttanfyri kirkjuna og børnini fáa jólapakkar.
Hósdagin 22. januar 2026 kl. 19 verða nýggj úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram. Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu. Skrá: Vælkomin Framløga 1: “Ílegukanningar av gulllaksi undir Føroyum – Fyrstu úrslitini” Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, lektari á NVD á Fróðskaparsetri Føroya, leggur fram úrslit frá verkætlan síni um ílegukanningar […]
Leygarkvøldið 31. Januar í Tøting HOYM v/ Elinborg Pálsdóttir, Leu Kampmann og Katrín Ólafsdóttir Atgongumerki á 150 kr. (tó 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar frá kl. 20.00.Tey ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. Hoym sá dagsins ljós, tá tær tríggjar, Elinborg […]
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Skeiðið er í tveir dagar. Nær: Fríggjadagin 13. februar kl. 17-21 og […]
Sunnudagin 8. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Til ber at koma í bygdarhúsið við køkum frá kl 12:30. Lutaseðlar verða seldir, vinningurin er eitt gávukort á 2.000,- frá Effo í […]
Vælkomin á missiónsviku í nýggja Bethania í døgunum 15. til 22. februar! Sum byrjan uppá vikuna verður vígsluhátíðarhald sunnudagin kl. 15:00. Sí skránna fyri vikuna niðanfyri SUNNUDAGIN 15. FEBRUAR Kl. 15:00: Vígsluhátíðarhald. Ovi Brim vígir nýggja missiónshúsið. Bethaniakórið framførir. Formansrøða. Møguleiki at bera fram heilsanir. Kakur og drekkamuður. ------------ TÝSDAGIN 17. FEBRUAR Kl. 19:30: Møti […]
Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar. Nær: 17., 18., 19. og 24. og 25. februar kl. […]
Leygardagin 21. februar verður konsert við Tunghoyrt í Tøting. Fylg við á Facebook síðuni hjá Tónleikasamtakinum Grót, fyri meira kunning.
21. Februar verður Vápnartrygdarskeið á Varmakeldugarðinum, har Búrøkt kemur norð at hava skeið. Skeiðið er frá kl 9.00 til kl 16.00, og er talan um eitt dagskeið. Kostnaður er 1250,-kr pr. luttakara Tilmelding fer fram við at senda t-post til varmakelda@gmail.com ella ringja/smsa á tlf 227836
Mikukvøldið 25. februar kl. 19:30 verður hugnalig stovukonsert í Leirvík við Kristinu og Bödda. Atgongumerki kann keypast á www.atgongumerki.fo
Hóskvøldið 26. februar kl. 19 verður hugnalig bindikafe í Lávusarhúsið. Kostnaðurin er 50 kr og krevur onga tilmelding. Kaffi og køka verður at fáa.
UPPHAV er frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. Leikurin er 60 minuttir til longdar. Leikurin verður í Losjuni við Gøtugjógv sunnudagin 1. mars kl. 16. Atgongumerkir kunnu keypast á […]