Útikafé við Lávusarhúsi
LávusarhúsÍ samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!
Í samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!
Leygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!
20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00 Prísur: 300 kr.
Á hesum skeiðnum sleppa børn og ung at arbeiða við leiri, forma og skapa sínar egnu lutir. Vit læra ymiskar teknikkir á ein stuttligan og skapandi hátt. Tíðspunkt: Mikukvøld 22. og 29. oktober og 5., 12., og 19. november
Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Týsdagin 28. oktober kl. 18-21
Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Skeiðið er mikudagin 29. oktober kl. 18-21.
Slepp hugflognum leysum og royn okkurt heilt øðrvísi - eitt dramaskeið fyri vaksin. Á hesum skeiðnum arbeiða vit við hugflogi okkara, sjónleika-venjingum, improvisatión, kroppi og rødd. Vit venja okkum við veruliga at lurta eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum samstundis. Vit arbeiða við kropsmáli og persónligum eyðkenni. Undirvísingin verður tillagað soleiðis, at hon tekur hædd […]
Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar. Nær: 4., 5., 6. og 11. og 12. november
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Týsdagin 11. november kl. 18:00-21:00
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 14. november: 17:00 – 21:00 Leygardagin 15. november: 09:00 – […]