Ársaðalfundir Tónleikasamtakið Grót

Tøting

Týsdagin 11. mars kl 19:00 verður ársaðalfundur hjá Grót Skráin til aðafundin er sambart viðtøkum felagsins. Einans limir, ið hava goldið limagjald fyri 2025, í Tónleikasamtakinum Grót, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Tú kanst gerast limur í Tónleikasamtakinum Grót við at gjalda árslimagjald á 100 kr. áðrenn aðalfundin.

Bindiklubba-kvøld

Varmakeldugarðurin

Mikukvøldið 12. mars verður eitt hugnaligt "bindiklubba"-kvøld á Fjósloftinum á Varmakeldugarðinum Matskráin verður Ostaplattur við føroyskum osti o.a. Mildrið Meinhardsdóttir hevur framførslu Noomi Reinert lesur eina klummu úr bókini hjá Armgarð Arge Hansa Hansen hugleiðir um Østrogen og Kríggj Tiltakið kostar 295,- kr pr persón Tilmelding fer fram við at senda t-post til varmakelda@gmail.com innan […]

Bárður syngur Cohen & People in Orbit

Tøting

Leygarkvøldið 15. Mars kl. 20.30 í Tøting. Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast við dyrnar frá kl. 20.00. Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. "Eingin sum Cohen", hevur verið heitið á nøkrum minniskonsertum, sum Bárður á Lakjuni hevur […]

Fjós-Bit við Signari í Homrum og John Johansen

Varmakeldugarðurin

Kom og njót góðan tónleik og góðan mat á fjósloftinum á Varmakeldugarðinum leygardagin kl. 20! Vit bjóða tykkum: Góðan mat, framúrskarandi tónleik við Signari í Homrum og John Johansen og møguleika at keypa okkurt brúsandi Kostnaður: 295 kr. pr. persón Tryggja tær pláss: varmakelda@gmail.com ella smsa 227836

Knit with the locals

Lávusarhús

Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo

Konsert í Tøting

Tøting

Fríggjakvøldið 4. Apríl spæla Printz Board & the Butter Funk Family (USA) og Alana Hil (USA) í Tøting! Atgongumerki á 200 kr. (tó bert 150 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo.

Kafé í Filadelfia

Filadelfia

5. apríl kl 10:00 verður kafé í filadelfia. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Hugnakvøld á Bátasavninum

Báta- og Listasavnið

Týskvøldið 8. apríl kl. 19-21 verður Martin Fjallstein aftur við tveimum evnum. Tórhild Bjarkhamar syngur tveir sangir og Jógvan við Keldu situr við klaverið. Eisini verður nógvur felagssangur. Atgongumerkið 80 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Páskasýning

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Í ár verður aftur listaframsýning, og sum nakað nýtt verður ein fjølbroytt framsýning frá Kvøldskúlanum partur av páskasýningini. Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór og føroyskan dans. Listasýningin: 1. páskadag kl. 15 - 19, og 2. páskadag kl. 14 - 19 Kvøldskúlaframsýningin: 2. Páskadag kl. 14