Tróndardagur

í gamla býlinginum í Norðragøtu

Hósdagin 18. juli 2024 verður Tróndardagur hildin í gamla býlinginum í Norðragøtu. Á skránni er nógv spennandi – m.a. sleppa vit at síggja og uppliva hvussu lívið helst var á Tróndar døgum við amboðum, handverki og stuttligum spæli, sum víkingar skipa fyri. Á keiini bjóðar Kappróðrarfelagið Tindur inn um gátt at síggja róðrarbátarnar í neystinum. […]

Free

Tindadagur

Kaiini í Leirvík

Kappróðrarfelagið Tindur skipar fyri Tindadegi, sum verður eitt risastórt og hugnaligt tiltak á kaiini í Leirvík fríggjadagin, 16. august 2024. Tiltakið byrjar klokkan 15 og heldur fram alt kvøldið. Nógv spennandi verður at uppliva og royna hjá børnum og vaksnum. Eisini leggja seglskipini at kai um kvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Free

Ruddingardagur

Leirvík

28. august 2024 er ruddingardagur. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.

HOYMA

Syðrugøtu

Tónleikafestivalurin HOYMA fer aftur í ár av bakkastokki í einum grannalagi í hugnaligu Syðrugøtu. 20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Á skránni eru: Jens Marni Hansen Die Færøsche Polkaband Guðrið Hansdóttir Bárður […]

Seyma skjúrt til føroysk klæðir

Skúlin við Gøtugjógv

Skeiðið verður tríggjar ferðir. Tíðspunkt: 26. og 27. september kl. 15:00-21:15 28 september kl. 10:00-16:15

kr. 600

At virka og bregda

Skúlin við Gøtugjógv

Kanska tú skal gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella tín sjálvs. Á hesum skeiði hevur tú møguleikan at læra hetta gamla handverkið, at virka hosubond og at bregda band til føroysku troyggjuna. Tíðspunkt: Týskvøldini 22 oktober og 29 oktober frá klokkan 19:00 - 21:00

kr. 300

Konsert við Lyon Hansen

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.

kr. 200

Minningarhald teirra sjólátnu

Skúlin í Leirvík

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Leirvík fríggjadagin 1. november Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:30, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16:00. Henry Christiansen flytur fram røðu og Gøtu kirkju ungdómskór kemur at syngja.

Pubquiz í Brimborg

Brimborg Gøtugjógv, Faroe Islands

Pubquiz í Brimborg 2.novembur kl.22 Kristian Joensen verður quizmaster Happy Hour, keyp 3 gjald fyri 2, kl.21-22.

Konsert við Leu Kampmann

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Lea Kampmann, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lea Kampmann (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.

kr. 200