Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.
Vælkomin til jóla-sangløtu! Miðhøllini í Leirvíkar skúla. Mikudagin 11. des kl 17.00. Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar, langommur og langabbar. Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum. Aftaná fáa øll okkurt gott.
Jólafjós. Uppliva jólahugnan á Varmakeldugarðinum í Gøtudali Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja njóta tann serliga jólastemningin. Her verður møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jólamyndir saman við familjuni. Garðurin bjóðar eisini upp á Fjósloftið, har heita kakao og rís à la mande er at fáa. Eisini verður garðssøla við nøkrum av […]
Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera "jólaliga" skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina. Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu […]
Jólafestin hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum fríggjakvøldið 27. desember kl. 19. Á skránni verður: - Andakt við Tummasi Kannuberg - Oddmar og Sonny framføra - Undirhald - Felagssangur - Ein góður biti Øll eru hjartaliga vælkomin!