Dreya (vár)
Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Skeiðið er í tveir dagar. Nær: Februar 2026 Prísur: 300 kr.
kr. 300