Barnadansur

Glyvrahanusarhús, Norðragøta

Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru øll vælkomin. Afturat hesum er ætlanin, at barnadansurin í Eysturkommunu í vetur fer á vitjan […]

Free

Barnadansur

Glyvrahanusarhús, Norðragøta

Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum, á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru eisini øll vælkomin.   Umframt at dansa saman, verða hugnakvøld og pitsakvøld og vit fara […]

Free

Barnakór (3.-7. flokkur)

Gøtu kirkja

Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]

Free

Bovling

Bovlinghøllin í Leirvík

Bovling fyri rørslu- og menningartarnað. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 17:00 - 18:00

kr. 500

HOYMA

í tungu, Syðrugøta

20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo

Maskinbinding

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 10. - 11 og 24. – 25. oktober  og  7. – 8. november. Harafturat tvey vikuskifti eftir nærri avtalu Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 […]

kr. 500

Jólaligir rómabollar (2. skeið)

Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.   Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00  

kr. 300

Kom og rør teg

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiðnum fært tú eitt sindur av øllum – bodybalance, pilates og slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av styrki og zumba mix. Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. 06:00 - 07:00

kr. 500

Undirvísing til orðblind/lesiveik (vaksin)

Skúlin í Leirvík

Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind  ella lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum ella lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í […]

Free

Føroyskundirvísing (Lessons in Faroese for newcomers)

Leirvíkar skúli

Skeiðið er fyri tilflytarar, bæði nýbyrjarar og nakað framkomin. Vit læra m.a. úttalu, at siga stuttar setningar og at skilja tað føroyska samfelagið betur. Tað einasta tær nýtist at taka við er pennur, pappír og forvitni. Nær: Mánakvøld 19:00-21:00 Prísur: Ókeypis   Lessons in Faroese for newcomers This course is for newcomers, beginners as well […]

Free

Málkafé (learn faroese)

Skúlin í Leirvík, stova 12

Hjálp til undirvísing fyri børn, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál. Øll kunnu luttaka. Support for teaching children who do not have Faroese as their first language. Everyone is welcome to participate.   Nær: Týsdag og mikudag kl 13:00-15:00 Prísur: Ókeypis

Free

Undirvísing til orðblind/lesiveik børn (3. flokkur og eldri)

Skúlin í Leirvík

Hetta er undirvísing fyri børn úr 3. flokki og eldri, ið eru orðblind  ella lesi- ella skriviveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum.   Nær: Eftir avtalu Prísur: […]

Free