Tónlistaskúlin

Á tónlistaskúlanum í Eysturkommunu bjóða vit undirvísing í ymiskum ljóðførum til børn í skúlaaldri.
Vit leggja dent á eina fjølbroytta og spennandi frálæru, har næmingarnir sleppa at menna sínar tónleikaligu førleikar.

Undirvísingin fer fram eina ferð um vikuna bæði í skúlatíð og aftaná skúlatíð, og varar vanliga ein hálvan tíma hvørja ferð. Undirvísingin gongur fyri seg í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv og í skúlanum í Leirvík.

Vit leggja eisini dent á felagsskapin, og tí bjóða vit næmingunum møguleikan at luttaka í samanspæli og á konsertum. Hetta er ein góður møguleiki fyri børnini at nema sær royndir við at framføra og skapa minnir saman við øðrum tónleikarum.

Undirvísingarstøð, prísur og tilmelding
Yvirlit yvir lærarar og ljóðføri tónleikalistaskúlans
Spurningar ella tørv á hjálp?
Tónlistaskeið og tilmelding

(Kemur seinni)