Hugnaløta í Gøtu kirkju
Mánadagin 24. november kl. 10 verður hugnaløta í Gøtu kirkju. Próstur hevur andakt og Dagbjórt Ó. Hansen hugleiðir um 32 ár sum kirkjuráðslimur. Øll eru vælkomin.
Mánadagin 24. november kl. 10 verður hugnaløta í Gøtu kirkju. Próstur hevur andakt og Dagbjórt Ó. Hansen hugleiðir um 32 ár sum kirkjuráðslimur. Øll eru vælkomin.
Til jóla hevur Lávusarhús opið soleiðis: Mán-frí: 16.30-18.30 Ley: 12.30-16.30
Sædis glas hevur opið hvønn dag til jóla. Ring ella skriva á tlf. 229298 fyri at avtala tíðir at vitja verkstaðið. Sædis arbeiðir bæði við reinum glasi og við endurnýtsluglasi. Á verkstaðnum selur hon eisini fløvur/plátur , taskur og aðra list hjá døtrunum. Verið vælkomin.
***Leygarkvøldið 29. Nov. kl. 20.30 í Tøting*** HAVNAR JAZZFELAG OG TUTL 50 ÁR. Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast á atgongumerki.fo, ella við dyrnar frá kl. 20.00. maður:glotti Akustisk útgávu-konsert við maður:glotti Seinast maður:glotti var á palli var í 2008, men nú spæla teir aftur nakrar akustiskar konsertir í […]
1. sunnudagur í advent er takkar- og offurgudstænasta. Boðið verður til morgunmat frá kl. 10:00. Innsavnan verður til kirkjuna. Barnakirkjukórið luttekur. Konfirmantar luttaka.
Fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er 30. novembur, syngja vit jólini inn í Leirvíkar kirkju kl 18:00 Jólasálmar og jólasangir verða spældir við fullum orkestri Leirvíkingurin Sylverius Jacobsen hugleiðir. Tiltakið er ókeypis - Hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 1. desember kl. 16-19 verður hugnalig løta, har til ber at klippa jólapynt á bókasavninum í Leirvík. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Týsdagin 2. desember kl 18 tendrar jólatræið í Leirvík. Eystanljóð syngur og Noomi Reinert flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Vit hekla kavaflykrur í Eygastovu 2. desember kl. 19-22 verður hugnaløta í Eygastovu, har Anna Tórgarð kemur at leggja okkum lag á at hekla kavaflykrur, sum tær á myndunum. Ein góður drekkamuður við onkrum góðum afurvið verður at fáa. Kavaflykrurnar eru lættar og skjótar at hekla. Neyðugt er at duga grundleggjandi hekling. Neyðugt er við […]
Mikudagin 3. desember kl 18 tendrar jólatræiðvið Gøtugjógv. Gøtu kirkju ungdómskór syngur og Arni Petersen flytir fram røðu. Jólamenn koma á vitjan og bjóða bæði heitt og søtt.
Árliga jólasølan verður aftur, har borgarar í Eysturkommunu koma at selja hondgjørdar lutir o.a. Kom og keyp jólagávuna til ein, tú ert góð/ur við.Her fært tú: Ymiskt bundið, trælutir, heimagjørt jólapynt, seyðaskinn, myndir, Víkinga-fjepparalutir, klæðir, lampur, stakar, kort, plakatir, oyralokkar, góðgæti.Tú kanst eisini keypa tær ein góðan te- ella kaffimunn við onkrum góðum afturvið, í […]
Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu Tónlistaskúla verður t. 9. decembur í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 18:00. Konsertin fer, sum vanligt, at bjóða uppá nógvar kendar jólasangir, og góð, klassiskt stykkir eisini. Næmingarnir fara at spæla uppá ljóðførini: klaver, gittar, trummur, floyta, messing og violin. Set X í kalendarin og kom og njót teir vøkru tónarnar, sum […]