Ruddingardagur
Leirvík28. august 2024 er ruddingardagur. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.
28. august 2024 er ruddingardagur. Kom og ver við at rudda okkara kommunu.
Tónleikafestivalurin HOYMA fer aftur í ár av bakkastokki í einum grannalagi í hugnaligu Syðrugøtu. 20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Á skránni eru: Jens Marni Hansen Die Færøsche Polkaband Guðrið Hansdóttir Bárður […]
Skeiðið verður tríggjar ferðir. Tíðspunkt: 26. og 27. september kl. 15:00-21:15 28 september kl. 10:00-16:15
Aftur í ár verður farið uppá gólv við barnadansinum. Her verða lættar vísur, styttri sangir og annað, ið er serliga hóskandi hjá børnum á skránni. Í ár verða nøkur kvøld serlig “dansispølskvøld”. Hetta verður lýst nærri og hesi kvøldini eru øll vælkomin. Afturat hesum er ætlanin, at barnadansurin í Eysturkommunu í vetur fer á vitjan […]
This course is for newcomers, beginners as well as more experienced. We will learn pronounciation, various greetings, to say short sentences and what we jointly feel is necessary. The purpose of the course is also to understand the Faroese society better. The only thing you need is a pen, paper and enthusiasm. The course is […]
Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]
Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiði fært tú eitt sindur av øllum – BodyBalance, Pilates og Slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av Zumba Mix og Styrki (nakrir fáir dansir). Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. […]
Kanska tú skal gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella tín sjálvs. Á hesum skeiði hevur tú møguleikan at læra hetta gamla handverkið, at virka hosubond og at bregda band til føroysku troyggjuna. Tíðspunkt: Týskvøldini 22 oktober og 29 oktober frá klokkan 19:00 - 21:00
Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúla røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]
Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik. Vit spæla nógv dramaspøl og hava góðar og stuttligar venjingar sum læra tykkum at duga og tora at traðka fram á pallin og spæla sjónleik. Vit bjóða eisini familju, vinum og øðrum at síggja onkran leik, sum […]
Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]