Events
-
-
Lávusarhús -
Tindadagur, á kaiini í Leirvík!
Báta- og Listasavnið22. august frá kl. 15:00-03:00 Ein dagur til bæði vaksin og børn!
-
Bátatreff í Leirvík
Í samband við Tindadagin 22. august, verður skipað fyri bátatreff. Tekna teg á tlf. 598525 ella tlf. 223229
-
Útikafé við Lávusarhúsi
LávusarhúsÍ samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!
-
-
Kafé í Filadelfia
FiladelfiaLeygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!
-
HOYMA
í tungu, Syðrugøta20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo
-
300 ár síðani pokurnar í Leirvík
Bygdarhúsið í LeirvíkÍ ár eru 300 ár síðani pokurnar herjaðu í Leirvík. Í tí sambandi verður eitt tiltak í bygdarhúsinum í Leirvík hóskvøldið 25. september kl 19.30. Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini. Felagssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku. Tórhild […]
-
Minnishald á krokkvøllinum í Leirvík
Krokkvøllurin í Leirvík Á bakka, Leirvík, Faroe IslandsLeygardagin 27. september kl 14 verður minnishald um pokurnar í Leirvík. Per Martin Gregersen, borgarstjóri, avdúkar steinin við minnisplátuni um pokurnar í Leirvík. Steinurin stendur við trappuna niðan fyri krokkvøllin. Felagssangur, og Jón Rói Høgnesen syngur ein kingosálm. Gongutúrur: Eftir minnishaldið verður gongutúrur við Martini Fjallstein: Túrurin tekur áleið 1½-2 tímar. Prátað verður í útgerð, […]
-
-
Maskinbinding
Skúlin við GøtugjógvÁ hesum skeiðnum lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 10. - 11 og 24. – 25. oktober og 7. – 8. november. Harafturat tvey vikuskifti eftir nærri avtalu Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 […]
kr. 500 -
Jólaligir rómabollar (2. skeið)
Skúlin við Gøtugjógv, køkurinHetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
kr. 300 -
Kom og rør teg
Fimleikahøllin í skúlanum við GøtugjógvHetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiðnum fært tú eitt sindur av øllum – bodybalance, pilates og slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av styrki og zumba mix. Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. 06:00 - 07:00
kr. 500 -
Undirvísing til orðblind/lesiveik (vaksin)
Skúlin í LeirvíkHetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind ella lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum ella lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í […]