Events
-
-
Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands -
Pub Quiz í Bovling
Bovlinghøllin í LeirvíkFríggjakvøldið 27. mars verður Pub Quiz í Bovling í Leirvík. Fylg við á Facebook síðuni Bovling Og Matstovan fyri nærri kunning
-
Víkas spæla í Losjuni
Losjan Glotti, við GøtugjógvVíkas spæla í Losjunifr fríggjakvøldið 27. mars frá kl. 22 - 01. Kaffi, te & køkur verða at fáa. Øll vælkomin. Kostnaður: 150 kr
-
Earth Hour 2026
Leygarkvøldið 28. mars kl. 20.30 - 21.30 verður heimsfevnandi tiltakið Earth Hour. Í hesum sambandi fara vit í Eysturkommunu at sløkkja gøtuljósini frá klokkan 20.30 - 21.30. Hetta gera vit m.a. fyri at seta sjóneykuna á umhvørvið og jørðina. Øll hava møguleikan at vera við í hesum átaki - tað einasta, tit skulu gera, er […]
-
-
Koyrikort til prutl (vár)
Brandstøðin í LeirvíkKoyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp. NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. juni. Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið. Takið […]
kr. 1900 -
Listaframsýning við Gøtugjógv
Fimleikahøllin í skúlanum við GøtugjógvListaframsýning við Gøtugjógv um páskirnar 1. og 2. páskadag, verður listaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv. Tað eru listafólk úr kommununi, sum sýna sína list fram. Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja listaframsýningina. Opið er: Sunnudagin 5. apríl, páskadag, kl. 15-19 Mánadagin 6. apríl, annan páskadag, kl. 15-19 Framsýningin verður sett páskadag kl. […]
-
Knit with the locals
LávusarhúsLávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Kostnaðurin er 150 kr. Meira info: Whatson
-
Konsert í Tøting
TøtingLeygarkvøldið 18. apríl verður konsert í Tøting við Guðrið Hansdóttir og Ny ham. Atongumerki fæst á https://atgongumerki.fo/3601743/gudrid-hansdottir-og-ny-ham-i-toeting GUÐRIÐ HANSDÓTTIR ÚTGÁVUKONSERT: Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur latið 6 heildarútgávur úr hondum. Seinasta útgávan ”Gult myrkur” var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023.Nú verður Guðrið aftur plátuakutell […]
-
Søguløta á bókasavninum
Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe IslandsTýsdagin 21. apríl kl. 17.30 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Hjálmar Dam kemur at lesa úr bókini "Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum" Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!
-
Pub Quiz í Bovling
Bovlinghøllin í LeirvíkFríggjakvøldið 24. apríl verður Pub Quiz í Bovling í Leirvík. Fylg við á Facebook síðuni Bovling Og Matstovan fyri nærri kunning
-
Flaggdagshald í Leirvík
Krokkvøllurin í Leirvík Á bakka, Leirvík, Faroe IslandsSum vant skipa Leirvíks Páll skótarnir fyri flaggdagshaldið í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug leygardagin 25. apríl kl 15:00 Sólvá K. Eliassen flytir fram røðu Knút H. Eysturstein framførir Aftaná verður kondibingo og skótarnir bjóða vafflur.
-
Konsert á Báta- og Listasavninum
Báta- og ListasavniðLeygarkvøldið 25. apríl kl. 20 verður konsert við Bárði á Lakjuni á Báta- og Listasavninum í Leirvík. Sera avmarkað atgongd. Kaffi og søtt verður at fáa. Keyp í forsølu á: https: atgongumerki.fo