Blýantstekning
Húsið hjá Karli, NorðragøtaHevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
Kom og royn teg í line dance. Ein stuttligur og lættur dansiháttur, har øll dansa eftir rekkju við somu rørslum. Tær nýtist ongan maka, og tú fært bæði rørt teg, og havt tað hugnaligt saman við øðrum. Passar væl til bæði nýbyrjarar og roynd. Nær: Mánakvøld: 21:30 – 22:30
Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
Her sleppur tú at flenna og at fáa sveittan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Nær: Mánakvøld kl. 20-21:30
Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Tíðspunkt: Tvey vikuskiftir fyri jól; 25.-26. okt og 15.-16. nov. Herafturat trý vikuskiftir aftaná jól eftir avtalu. Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 - 22:00 og […]
Við vatnfimleiki og svimjng, á tínum støði, er møguleiki at gera rørslur, ið stiðja, mýkja og styrkja allar vøddabólkar. Her er ikki neyðugt at duga at svimja ella føla seg tryggan í vatninum - øll kunnu vera við. Tíðspunkt: Leygardagar frá kl. 11:00
Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Nær: Hósdagar kl. 16:00 -17:00
Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Leirvík fríggjadagin 1. november Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:30, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16:00. Henry Christiansen flytur fram røðu og Gøtu kirkju ungdómskór kemur at syngja.
Pubquiz í Brimborg 2.novembur kl.22 Kristian Joensen verður quizmaster Happy Hour, keyp 3 gjald fyri 2, kl.21-22.
Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Tíðspunkt: 6. og 7. november kl. 18:00 - 22:00 8., 14. og 27. november kl. 16:00-18:00
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera m.a. sjokulátakonfekt til jóla. Tak hvønnannan undir armin og vit fáa vegleiðing í at gera lekkurt konfekt, ið kann gleða bæði okkum sjálvi og onnur við. Tíðspunkt: Skeiðið er tvey kvøldir; 7. og 14 november. Ein tilmelding = […]