Blýantstekning
Húsið hjá Karli, NorðragøtaHevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00
Her sleppur tú at flenna og at fáa sveittan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Nær: Mánakvøld kl. 20-21:30
Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Tíðspunkt: Tvey vikuskiftir fyri jól; 25.-26. okt og 15.-16. nov. Herafturat trý vikuskiftir aftaná jól eftir avtalu. Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 - 22:00 og […]
Við vatnfimleiki og svimjng, á tínum støði, er møguleiki at gera rørslur, ið stiðja, mýkja og styrkja allar vøddabólkar. Her er ikki neyðugt at duga at svimja ella føla seg tryggan í vatninum - øll kunnu vera við. Tíðspunkt: Leygardagar frá kl. 11:00
Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Nær: Hósdagar kl. 16:00 -17:00
Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Leirvík fríggjadagin 1. november Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:30, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16:00. Henry Christiansen flytur fram røðu og Gøtu kirkju ungdómskór kemur at syngja.
Pubquiz í Brimborg 2.novembur kl.22 Kristian Joensen verður quizmaster Happy Hour, keyp 3 gjald fyri 2, kl.21-22.
Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Tíðspunkt: 6. og 7. november kl. 18:00 - 22:00 8., 14. og 27. november kl. 16:00-18:00
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera m.a. sjokulátakonfekt til jóla. Tak hvønnannan undir armin og vit fáa vegleiðing í at gera lekkurt konfekt, ið kann gleða bæði okkum sjálvi og onnur við. Tíðspunkt: Skeiðið er tvey kvøldir; 7. og 14 november. Ein tilmelding = […]
Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Lea Kampmann, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lea Kampmann (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.
Leygardagin 9. nov. 2024 kl. 19:00, verður Víkinga veitsla hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Set X í kalendaran og kom við . Tilber at fylgja við á Facebook síðuni hjá Víkingi her: https://www.facebook.com/vikingur.fo Meir kunning um tiltakið kemur seinni.