Talv fyr óroynd

Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

At telva er umtókt í Eysturkommunu, bæði hjá eldri fólki og hjá børnum. Á hesum skeiði lærir tú, hvussu spælið er uppbygt og tú fær talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig, at royna at loysa. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 18:00-19:00

kr. 500

Talv fyri roynd

Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

At telva er umtókt í Eysturkommunu, og á hesum skeiðið lærir tú meira um tað, ið tú dugur frammanundan. Tú fær nýggjar avbjóðingar og tú talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig. Tíðspunkt: Mikudagar klokkan 17:00-18:00

kr. 500

Dansur (17 ár og eldri)

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Her sleppur tú at flenna og at fáa sveitan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 20:00 - 21.30

kr. 500

Heilsufremjandi venjingar (60 ár og eldri)

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. 15:00-16:00 Skeiðið er í samstarv við Fuglafjarðar kvøldskúla, ffk.fo Tilmelding fer fram hjá ffk.fo

kr. 500

Hugnakvøld og matgerð (60 ár og eldri)

Eftir avtalu

Á hesum skeiði ert tú sjálv/-ur ein partur av einum hugnaligum kvøldi, har tit gera mat saman, dekka borð og eta saman og rudda, vaska og pakka saman aftaná. Tíðspunkt: 24. oktober, 12. desember, 6. februar og 27. mars Øll kvøldini byrja klokkan 17:30

kr. 300

Blýantstekning

Húsið hjá Karli, Norðragøta

Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00

kr. 500

Maskinbinding

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Tíðspunkt: Tvey vikuskiftir fyri jól; 25.-26. okt og 15.-16. nov. Herafturat trý vikuskiftir aftaná jól eftir avtalu. Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 - 22:00 og […]

kr. 500

Vatnfimleikur (50 ár+)

Svimjihylurin í skúlanum í Leirvík

Við vatnfimleiki og svimjng, á tínum støði, er møguleiki at gera rørslur, ið stiðja, mýkja og styrkja allar vøddabólkar. Her er ikki neyðugt at duga at svimja ella føla seg tryggan í vatninum - øll kunnu vera við. Tíðspunkt: Leygardagar frá kl. 11:00

kr. 500

Konsert við Lyon Hansen

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.

kr. 200

Minningarhald teirra sjólátnu

Skúlin í Leirvík

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Leirvík fríggjadagin 1. november Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:30, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16:00. Henry Christiansen flytur fram røðu og Gøtu kirkju ungdómskór kemur at syngja.

Pubquiz í Brimborg

Brimborg Gøtugjógv, Faroe Islands

Pubquiz í Brimborg 2.novembur kl.22 Kristian Joensen verður quizmaster Happy Hour, keyp 3 gjald fyri 2, kl.21-22.

Garva

Seyðahúsið hjá hagapartinum Navirnar, Leirvík

Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Tíðspunkt: 6. og 7. november kl. 18:00 - 22:00 8., 14. og 27. november kl. 16:00-18:00

kr. 300