Dramskúlin (9-12 ár)

Losjan Glotti, við Gøtugjógv

Í dramaskúlanum lærir tú alt, sum tær tørvar at vita og duga, tá tú skal spæla sjónleik.   Vit spæla nógv dramaspøl og hava góðar og stuttligar venjingar sum læra tykkum at duga og tora at traðka fram á pallin og spæla sjónleik. Vit bjóða eisini familju, vinum og øðrum at síggja onkran leik, sum […]

kr. 500

Klaverspæl

Skúlin í Leirvík

Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]

kr. 500

Glaslist

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Mikukvøld frá 23. oktober til og við 20. november Øll kvøldini kl. 18:00-21:00

kr. 300

Guittar

Skúlin í Leirvík

Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á guittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Mikukvøld kl. 17:00 - 21:00

kr. 500

Talv fyr óroynd

Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

At telva er umtókt í Eysturkommunu, bæði hjá eldri fólki og hjá børnum. Á hesum skeiði lærir tú, hvussu spælið er uppbygt og tú fær talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig, at royna at loysa. Tíðspunkt: Mikudagar kl. 18:00-19:00

kr. 500

Talv fyri roynd

Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

At telva er umtókt í Eysturkommunu, og á hesum skeiðið lærir tú meira um tað, ið tú dugur frammanundan. Tú fær nýggjar avbjóðingar og tú talvuppgávur, ið passa til tít torleikastig. Tíðspunkt: Mikudagar klokkan 17:00-18:00

kr. 500

Dansur (17 ár og eldri)

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Her sleppur tú at flenna og at fáa sveitan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 20:00 - 21.30

kr. 500

Heilsufremjandi venjingar (60 ár og eldri)

Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

Venjingarnar styrkja um konditiónina og vøddastyrkina, betra kropsins javnvág og kunnu uppá henda hátt fyribyrgja falli. Umframt hetta stuðlar tað at røra seg undir vælveru og lívsgleði. Tíðspunkt: Hósdagar kl. 15:00-16:00 Skeiðið er í samstarv við Fuglafjarðar kvøldskúla, ffk.fo Tilmelding fer fram hjá ffk.fo

kr. 500

Hugnakvøld og matgerð (60 ár og eldri)

Eftir avtalu

Á hesum skeiði ert tú sjálv/-ur ein partur av einum hugnaligum kvøldi, har tit gera mat saman, dekka borð og eta saman og rudda, vaska og pakka saman aftaná. Tíðspunkt: 24. oktober, 12. desember, 6. februar og 27. mars Øll kvøldini byrja klokkan 17:30

kr. 300

Blýantstekning

Húsið hjá Karli, Norðragøta

Hevur tú hug at læra at tekna alt møguligt og ómøguligt? Kom við á skeið. Tíðspunkt: Hóskvøld kl. 19:00-21:00

kr. 500

Maskinbinding

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiði lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Tíðspunkt: Tvey vikuskiftir fyri jól; 25.-26. okt og 15.-16. nov. Herafturat trý vikuskiftir aftaná jól eftir avtalu. Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 - 22:00 og […]

kr. 500

Konsert við Lyon Hansen

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert við Lyon Hansen, í hugnaliga gamla skúlanum, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lyon Hansen (atgongumerki.fo) Prísurin er íroknað kaffi v.m.

kr. 200