Tindadagur, á kaiini í Leirvík!
22. august frá kl. 15:00-03:00 Ein dagur til bæði vaksin og børn!
22. august frá kl. 15:00-03:00 Ein dagur til bæði vaksin og børn!
Í samband við Tindadagin 22. august, verður skipað fyri bátatreff. Tekna teg á tlf. 598525 ella tlf. 223229
Í samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!
Leygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!
20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo
Í ár eru 300 ár síðani pokurnar herjaðu í Leirvík. Í tí sambandi verður eitt tiltak í bygdarhúsinum í Leirvík hóskvøldið 25. september kl 19.30. Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini. Felagssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku. Tórhild […]
Leygardagin 27. september kl 14 verður minnishald um pokurnar í Leirvík. Per Martin Gregersen, borgarstjóri, avdúkar steinin við minnisplátuni um pokurnar í Leirvík. Steinurin stendur við trappuna niðan fyri krokkvøllin. Felagssangur, og Jón Rói Høgnesen syngur ein kingosálm. Gongutúrur: Eftir minnishaldið verður gongutúrur við Martini Fjallstein: Túrurin tekur áleið 1½-2 tímar. Prátað verður í útgerð, […]
Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 10. - 11 og 24. – 25. oktober og 7. – 8. november. Harafturat tvey vikuskifti eftir nærri avtalu Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 […]
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00
Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Mikukvøldini 22. og 29. okt. & 5., 12., og 26. nov. Kl. 18:00 -21:00 Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.