• Language café

    Skúlin í Leirvík, stova 12

    This service is for pupils whose one or both parents are not from the Faroe Islands. Parents are also welcome. Students meet right after school. If you have any questions, please call Tórhild on tel. 273329.     When: Mondays and Tuesdays 11:30 – 13:30 Where: The school in Leirvík, class room 12 (entrance is […]

  • Gittarspæl

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann tónleik á gittara, hann hevur áhuga fyri. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraran hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Nær: Týskvøld kl. 17:00 – 21:00

    kr. 500
  • Klaver

    Skúlin í Leirvík

    Á hesum skeiði fær hvør næmingur spælt tann klavertónleik, hann hevur áhuga fyri, nótar ella akkordir. Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og meira roynd. Tað er einstaklingaundirvísing, har hvør næmingur hevur 25 minuttir saman við læraranum hvørja viku. NB: Møguleiki má vera hvørjaferð at kunna venja heima til næstu ferð. Tíðspunkt: Týskvøld ella hóskvøld millum […]

    kr. 500
  • Undirvísing til lesiveik vaksin

    Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind, lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum, lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. […]

  • Undirvísing til lesiveik børn

    Undirvísingin er ætlað børnum í 3. flokki og eldri. Undirvísing í hjálpiamboðum til orðblind/lesiveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboðum so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum.   Tíðspunkt: Eftir avtalu við undirvísara Prísur: Ókeypis

  • Dansa (17 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Her sleppur tú at flenna og at fáa sveittan fram. Dentur verður lagdur á ymiskar dansir. Mánakvøld kl. 20:00 - 21:30

    kr. 500
  • Brodering

    Skúlin við Gøtugjógv

    Dentur verður lagdur á brodering av vestinum til føroysk klæðir Nær: 3., 4., 5.,10. og 11. november

    kr. 300
  • Rógv á rógvumaskinu

    Kappróðrarneysti í Norðragøtu Kaiøki, Norðragøta, Faroe Islands

    Á hesum skeiði fara vit at brúka ta nýggju útgerðina, Tindaneystið hevur at bjóða. Rógving er ein munagóður og skynsamur háttur at røra seg, har allur kroppurin verður brúktur. Rógving hevur samstundis tann stóra fyrimunin, at møguligt er at tillaga torleikastigið so júst tú fær sum mest burturúr. Skeiðið er bæði fyri kvinnur og menn. […]

    kr. 500
  • Linedansur (17 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Kom og royn teg í linedans. Ein stuttligur og lættur dansiháttur, har øll dansa í linju við somu rørslum. Tær nýtist ongan makkara, og tú fært bæði rørt teg og havt tað hugnaligt saman við øðrum. Passar væl til bæði nýbyrjarar og roynd.   Nær: Mánakvøld klokkan 19:00 - 20:00

    kr. 500
  • Lær at karða, spinna og binda

    Blásastova, Norðragøta

    Fá ullina millum hendurnar, syng eitt skjaldur ella lurta til eina søgu og fá tær ein heitan drekkamunn afturvið. Vit fáast við arbeiðini teimum hugnaligu húsunum Blásastova, ið mangan fyrr í tíðini hava verið karmur um júst sama arbeiði. Dugnalig fólk í kommununi koma at leggja okkum lag á. Undirvísari: Ymiskir, men fyriskipari er Maj-Britt […]

    kr. 300
  • Glaslist

    Skúlin við Gøtugjógv, 1929 skúlin

    Á hesum skeiðið lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: 21. okt og allar mikudagar fram til 25. nov. Kl. 18:00 -21:00 Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum

    kr. 300
  • Gongutúrur niðan á Leirvíksfjall

    LÍF húsið, Leirvík

    Leygardagin 24. oktober skipa vit fyri einum hugnaligum gongutúri niðan á Leirvíksfjall saman við Árna Jacobsen. Vit møtast við Víkinga vøllin í Leirvík kl. 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin við! 📅 Leygardagin 24. oktober 🕙 Kl. 10.00 📍 Møtast við vøllin í Leirvík Túrurin verður gingin, um viðrar.