Jólasøla í Víkingahúsinum

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jólasøla í Víkingahúsinum. Sølubásar við alskyns góðum frá húskjum í Eysturkommunu

Vælkomin til jóla-sangløtu!

Vælkomin til jóla-sangløtu!      Miðhøllini í Leirvíkar skúla.        Mikudagin 11. des kl 17.00.        Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar,      langommur og langabbar.      Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum.      Aftaná fáa øll okkurt gott.

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið íVíkinga­ húsinum. Tilmelding áðrenn 4. des­ember. Kostnaðurin er 150 kr.

kr. 150

Jólaskipið til Leirvíkar

Jólaskipið kemur til Leirvíkar fríggjadagin 20. desember umleið kl. 17.30. Jólamenn koma at vitja og jólapakkar verða til børnini.

Jólafjós

Jólafjós. Uppliva jólahugnan á Varma­keldugarðinum í Gøtudali Fjósið er opið fyri øllum, sum vilja njóta tann serliga jólastemningin. Her verður møguleiki at síggja neyt, kela kálvunum og taka jólamyndir saman við familjuni. Garðurin bjóðar eisini upp á Fjósloftið, har heita kakao og rís à la mande er at fáa. Eisini verður garðssøla við nøkrum av […]

Gøtu Kirkju Ungdómskór & Gøtu Kirkju Barnakór syngja jólini inn!

Gøtu kirkja

Siðbundna jólakonsertin "Vit syngja jólini inn" í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera "jólaliga" skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina. Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu […]

Jólafest hjá Bethania

Kirkjukjallarin

Jólafestin hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum fríggjakvøldið 27. desember kl. 19. Á skránni verður: - Andakt við Tummasi Kannuberg - Oddmar og Sonny framføra - Undirhald - Felagssangur - Ein góður biti Øll eru hjartaliga vælkomin!

Gudstænasta í gomlu Gøtu kirkju

Á trettenda, 6. januar, verður gudstænasta við Tummasi Kannuberg, presti, í gomlu Gøtu kirku. Hetta verður kl. 20. Aftaná verður drekka at fáa í Glyvrahanusar húsi.

Garva og lita

Seyðahúsið hjá hagapartinum Navirnar, Leirvík

Á skeiðinum lærir tú at garva títt egna seyðaskinn við alúndeiggi soleiðis, at tú kanst varðveita tað og brúka tað t.d. sum prýði. Á hesum skeiði fara vit somuleiðis at lita tað liðugtgarvaða skinnið. NB: Luttakararnir finna sær og salta sítt egna seyðaskinn í heyst og goyma tað til skeiðsbyrjan. Somuleiðis taka luttakararnir sjálvir hóskandi […]

kr. 300

Lær teg at gera filipinskan mat

Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

Í vetur verður skipað fyri forkunnigum skeiðið, har vit læra at gera filipinskar rættir. Tú fært at vita, hvar tilfarið kann keypast og hvussu maturin kann gerast. Vit enda við at eta heimagjørda máltíðina saman. Tíðspunkt: 18 januar 2025 25 januar 2025 1 februar 2025 8 februar 2025 Klokkutíð: Eftir nærri avtalu.

kr. 300

Glaslist

Skúlin við Gøtugjógv

Á hesum skeiði lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Tíðspunkt: Skeiði verður eftir jól, nærri kunning seinni.  

kr. 300

Dreya

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Hetta skeiðið verður tveir dagar í februar, eftir avtalu.

kr. 300