• Festligir tónar og vakrar myndir í Leirvík

    Báta- og Listasavnið

    Sunnudagin 2. februar verður tónleikur, myndir og frásagnir í Báta- og Listasavninum í Leirvík. Monika Stauss Joensen á violin og Jón Eliassen á flygil spæla fjølbroyttan klassiskan tónleik. Árni Jacobsen greiðir frá vøkrum myndum úr Føroyum og Leirvík. Kostanður: 80 kr. (børn fría atgongd). Kaffi, te og okkurt gott afturvið er íroknað. Øll eru hjartaliga […]

  • Filmsgerð

    Brandstøðin í Leirvík

    Filmsgerð við telefonini er eitt skeið til tín, ið ynskir at betra um tíni evnir at taka filmar við telefonini og at viðgera teir aftaná. Á skeiðinum verður fyrst tosað um teoriina aftanfyri filmsgerð og seinni fara vit yvir til tað praktiska, har vit taka filmar upp úti og runt í bygninginum. Tann síðsti parturin […]

    kr. 300
  • Play Boys & ASA í Tøting

    Tøting

    Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið. Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA)  eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við […]

  • Sólarkaffi 2025

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Sunnudagin 9. februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi. Eins og undanfarnu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum, sum bygdarfólkið letur. Árni Jacobsen vísir fram myndir og eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur.    

  • Missiónsvika í Bethania

    Missiónshúsið Bethania í Gøtu

    Missiónsvikan hjá Bethania verður í kirkjukjallaranum í døgunum 16. til 23. februar (sí skrá). Øll eru hjartaliga vælkomin! SUNNUDAGIN 16. FEBRUAR Kl. 16:00 Familjumøti við heimligum kreftum. Innsavnan til sunnudagsskúlan. Nátturði verður at fáa eftir møtið. TÝSDAGIN 18. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við Hera Kjærbo. Gospelkórið Lanterna framførir. MIKUDAGIN 19. FEBRUAR Kl. 19:30 Møti við […]

  • Fuglaskeið fyri tvey ættarlið

    Eftir avtalu

    Hetta skeiðið er ætlað børnum, sum vilja kenna fuglarnar, vit vanliga síggja í fjøruni og urtagarðinum. Vit læra fuglanøvn og fuglaljóð, at gera fuglafóður, at brúka kikara og at fáa eyga á fuglarnar. Endamálið er at fáa størri gleði av at vera í náttúruni og at deila hesa gleði saman við einum, man er góður […]

    kr. 300
  • Kafé í Filadelfia

    Filadelfia

    Kafé verður í Filadelfia 1. mars kl. 10:00. Hugnalig sammvera, sangur og góður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin

  • Knit with the locals

    Lávusarhús

    Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo

  • Ver við til at menna ferðavinnuna í Eysturkommunu

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Vit kjakast um nýggju verkætlanina hjá kommununi, ið snýr seg um, hvussu vit frameftir kunnu styrkja og menna ferðavinnuna. Ein spennandi og gevandi fyrilestur við Mikael Forselius, ferðavinnumennara úr Norra. Tiltakið er ókeypis. Kom við!

  • Alment hátíðarhald fyri Jóannesi

    Leirvíkar skúli

    Í samband við at Jóannes Joensen hevur fingið kosið ársins útvarpshitt, verður hátíðarhald fyri honum mikudagin kl. 17 í miðhøllini í Leirvíkar skúla. Jóannes undirheldur og syngur og kommunan bjóðar ein drekkamunn🎶

  • Ársfundur Sjónleikardeildin Losjan Glotti

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Ársfundur hjá Sjónleikaradeildini Losjan Glotti verður sunnudagin 9. Mars kl. 16:00. Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Vit taka samanum seinastu tiltøkini, ið hava verið og hugleiða um framtíðar tiltøk. Velja nýggj fólk í nevnd. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa :-)

  • Ársaðalfundir Tónleikasamtakið Grót

    Tøting

    Týsdagin 11. mars kl 19:00 verður ársaðalfundur hjá Grót Skráin til aðafundin er sambart viðtøkum felagsins. Einans limir, ið hava goldið limagjald fyri 2025, í Tónleikasamtakinum Grót, hava atkvøðurætt á aðalfundinum. Tú kanst gerast limur í Tónleikasamtakinum Grót við at gjalda árslimagjald á 100 kr. áðrenn aðalfundin.