• Felagsmøti og skógvaeskjurnar kunnu latast inn

    Gøtu kirkja

    Sunnudagin 18. oktober kl. 14:00 verður felagsmøti í Gøtu Kirkju. Tá kunnu Christmas Child skógvaeskjurnar latast inn. Døgurði verður at fáa aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bethania og Filadelfia.

  • Lær at karða, spinna og binda

    Blásastova, Norðragøta

    Fá ullina millum hendurnar, syng eitt skjaldur ella lurta til eina søgu og fá tær ein heitan drekkamunn afturvið. Vit fáast við arbeiðini teimum hugnaligu húsunum Blásastova, ið mangan fyrr í tíðini hava verið karmur um júst sama arbeiði. Dugnalig fólk í kommununi koma at leggja okkum lag á. Undirvísari: Ymiskir, men fyriskipari er Maj-Britt […]

    kr. 300
  • Glaslist

    Skúlin við Gøtugjógv, 1929 skúlin

    Á hesum skeiðið lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: 21. okt og allar mikudagar fram til 25. nov. Kl. 18:00 -21:00 Kostnaður: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum

    kr. 300
  • Gongutúrur niðan á Leirvíksfjall

    LÍF húsið, Leirvík

    Leygardagin 24. oktober skipa vit fyri einum hugnaligum gongutúri niðan á Leirvíksfjall saman við Árna Jacobsen. Vit møtast við Víkinga vøllin í Leirvík kl. 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin við! 📅 Leygardagin 24. oktober 🕙 Kl. 10.00 📍 Møtast við vøllin í Leirvík Túrurin verður gingin, um viðrar.

  • Sjokulátakonfekt (1. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 26. oktober kl. 17:00 – 20:00

    kr. 300
  • Vilt tú vita meira um demens?

    Skúlin við Gøtugjógv

    Hvat er demens, og hvussu ávirkar sjúkan tann, sum fær hana – og tey, sum eru rundanum? Á hesum skeiðnum fara vit í dýpdina við demens og fáa bæði fakliga vitan, hugleiðingar og amboð, sum kunnu brúkast í gerandisdegnum. Á skeiðnum verða ymiskir undirvísarar og fara vit m.a. at arbeiða við: Sjúkuni demens, samskifti, at […]

    kr. 300
  • Søguløta

    Bókasavnið við Gøtugjógv Við Gjónna 4, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Týsdagin 27. oktober kl. 17:00 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv.  Helena Kannuberg kemur at lesa úr bókini  "Í morgin fari eg aftur at spæla við Babba."  

  • Barna Víkingaveitsla 0.-3. flokkur

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […]

  • Barna Víkingaveitsla 4.-7. flokkur

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […]

  • Minningarhald teirra sjólátnu

    Minnisvarðin í Leirvík Áargarður, Leirvík, Faroe Islands

    Sunnudagin 1. november 2026 verður minningarhald teirra sjólátnu í Leirvík. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 16:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16.30. Árni Jacobsen, Leirvík, flytir fram røðu.

  • Vøggusálmasangur í Leirvíkar kirkju

    Leirvíkar kirkja bryggjan 10, Leirvík, Faroe Islands

    Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Leirvíkar kirkju í november Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 3. november 10. november 17. november 24. november  

  • Víkingaveitslan 2026

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Árliga víkingaveitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 7. november kl. 19:00. Trý rættað matskrá Felagssangur Undirhald Tónleikainnsløg: Sámal Ravnsfjall Jón frá Grandmas Basement Eyðun Nolsøe Dansur við BRIM Keyp atgongumerki til veitsluna i Víkingahúsinum í Sarpugerði mikudagin 28. oktober kl. 19-21.