Kafé í Filadelfia
FiladelfiaLeygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Leygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!
20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo
Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka bindimaskinuna til alskins arbeiði og undirvísarin hjálpir tær gjarna við íblástri. Ella kanska tú hevur okkurt arbeiði, ið bara hevur ligið óliðugt – inntil nú. Nær: 10. - 11 og 24. – 25. oktober og 7. – 8. november. Harafturat tvey vikuskifti eftir nærri avtalu Klokkan: Fríggjakvøld 18:00 […]
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Nær: Mikudagin 12. november kl. 18:00-21:00
Hetta er eitt skeið, sum hjálpir tær at koma í betri form og fáa ein betri lívskvalitet ígjøgnum venjing. Á hesum skeiðnum fært tú eitt sindur av øllum – bodybalance, pilates og slim venjingar, búkvenjing og eitt sindur av styrki og zumba mix. Tíðspunkt: Mánakvøld kl. 19:00 - 21:00 og mikumorgnar kl. 06:00 - 07:00
Hetta er undirvísing fyri vaksin, ið eru orðblind ella lesi- ella skriviveik. Somuleiðis kunnu foreldur at orðblindum ella lesi- ella skriviveikum koma á skeiðið. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í […]
Skeiðið er fyri tilflytarar, bæði nýbyrjarar og nakað framkomin. Vit læra m.a. úttalu, at siga stuttar setningar og at skilja tað føroyska samfelagið betur. Tað einasta tær nýtist at taka við er pennur, pappír og forvitni. Nær: Mánakvøld 19:00-21:00 Prísur: Ókeypis Lessons in Faroese for newcomers This course is for newcomers, beginners as well […]
Hjálp til undirvísing fyri børn, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál. Øll kunnu luttaka. Support for teaching children who do not have Faroese as their first language. Everyone is welcome to participate. Nær: Týsdag og mikudag kl 13:00-15:00 Prísur: Ókeypis
Hetta er undirvísing fyri børn úr 3. flokki og eldri, ið eru orðblind ella lesi- ella skriviveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum. Nær: Eftir avtalu Prísur: […]
Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Og samsundis venja vit hugsavning, spontanitet, hugflog og minni okkara. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir, og vit leggja stóran dent á, at øll kenna seg væl og trygg við at skapa eitt trygt og jaligt umhvørvi við góðum felagsskapi, fríheit […]
Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00 Prísur: 300 kr.
Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Mikukvøldini 22. og 29. okt. & 5., 12., og 26. nov. Kl. 18:00 -21:00 Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.