• Hugnakvøld á Bátasavninum

    Báta- og Listasavnið

    Týskvøldið 8. apríl kl. 19-21 verður Martin Fjallstein aftur við tveimum evnum. Tórhild Bjarkhamar syngur tveir sangir og Jógvan við Keldu situr við klaverið. Eisini verður nógvur felagssangur. Atgongumerkið 80 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Bjóða verður til fund í samband við ferðavinnuverkætlanina

    Vit taka næsta stig í menningini av ferðavinnuni, øll sum hava áhuga eru vælkomin. Fundurin verður hósdagin 10. apríl klokkan 17:00 til 18:30 Vinaliga boða frá luttøku til rutha@eystur.fo í seinasta lagi mánadagin 7. apríl.

  • Páskasýning

    Fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv

    Í ár verður aftur listaframsýning, og sum nakað nýtt verður ein fjølbroytt framsýning frá Kvøldskúlanum partur av páskasýningini. Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór og føroyskan dans. Listasýningin: 1. páskadag kl. 15 - 19, og 2. páskadag kl. 14 - 19 Kvøldskúlaframsýningin: 2. Páskadag kl. 14

  • Ruskbingo á bókasavninum í Leirvík

    Bókasavnið í Leirvík

    Í samband við at bókasøvnini kring landið seta fokus á heimsmálini, skipar bókasavnið í Leirvík fyri Ruskbingo. Tiltakið byrjar týsdagin 22. apríl og endar 28. apríl. Tey, ið hava fulla plátu, vinna ein virðisseðil, har tey kunnu keypa ein kramarís í Effo, Leirvík.

  • Flaggdagshaldið 2025

    Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.

  • Kári P á Bátasavninum

    Báta- og Listasavnið

    Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • Kafé í Filadelfia

    Filadelfia

    3. mai kl. 10:00 er kafé í Filadelfia. Hugnalig samvera, sangur og drekkamuður. Øll hjartaliga vælkomin!

  • Knit with the locals

    Lávusarhús

    Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo

  • Ódnartøk í Norðragøtu

    Norðragøta

    Leygardagin 17. mai verður endin á ársins ódnartøkum. Rógvarar í øllum aldri og førleikum koma at kappast Tiltakið er ókeypis. Komið framvið!

  • Tinganest og Froðbiar sóknar blues orkestur í Tøting

    Tøting

    Leygarkvøldið 17. Mai kl. 20.30 í Tøting! Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo Limir í Grót ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.

  • Næmingakonsert í Leirvík

    Leirvíkar skúli

    Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu tónlistaskúla verður kl. 17:30 í kvøld, í miðhølluni í Leirvíkar skúla Øll eru hjartaliga vælkomin!