• Bátatreff í Leirvík

    Í samband við Tindadagin 22. august, verður skipað fyri bátatreff. Tekna teg á tlf. 598525 ella tlf. 223229

  • Útikafé við Lávusarhúsi

    Lávusarhús

    Í samband við Tindadagin 22. august hevur Lávusarhús útikafé. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið!

  • Skótar

    Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Endamálið er grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka. Les […]

  • Talv

    Gamli Gjái við Gøtugjógv Vaktarhúsvegur 1, Gøtugjógv, Faroe Islands

    Vit bjóða talvvenjing til børn, ung og vaksin í Eysturkommunu. Tað verður eggja til eina hugnaliga samveru, øll eru vælkomin. Vit halda til í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv. Kvøldskúlin telvar mikudag kl. 17-19. Gøtu Talvfelag telvar mikudag frá kl. 19. Ábyrgdarpersónur: Petur Páll Mikkelsen

  • Eystanljóð

    Skúlin við Gøtugjógv

    Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór, stovnað í 1986. Skráin hjá kórinum er fyrst og fremst sett saman av traditionellum føroyskum og útlendskum kórsangi og nakað av nýtmótans kórsangi. Kórið er eitt opið kór, har øll við áhugað fyri kórsangi kunnu verða við. Vant verður í gamla skúlanum við Gøtugjógv. Eystanljóð venur týskvøld kl. 19:30-21:30. […]

  • Sjavs

    Brandstøðin í Leirvík

    Hvørt hóskvøld kl. 19 í vetrarhálvuni savnast fólk í brandstøðini í Leirvík til sjavs. Umráðandi er at hava ein makkara við sær. Hetta er eitt hugnaligt tiltak, har fólkini kappast og hava tað stuttligt saman. Drekkamunnur er eisini at fáa. Øll eru vælkomin í brandstøðina at spæla sjavs.

  • Reysti

    Svimjihylurin í skúlanum í Leirvík

    Endamál felagsins er at virka fyri, at børn og ung í Eysturkommunu læra at svimja og við áhuga kunnu mennast til kappsvimjarar. Nevndin vil virka fyri, at svimjarar hava best møguligar karmar og – í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi – at stuðla børnum at røkka sínum málum í svimjingini. Vitja facebook síðuna […]

  • Kafé í Filadelfia

    Filadelfia

    Leygarmorgunin 6 september kl 10:00 Hugnalig samvera, drekkamuður og sangur. Kvartettin í Betesda luttekur. Øll eru hjartaliga vælkomin!

  • HOYMA

    í tungu, Syðrugøta

    20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni. Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013. Tilber at keypa atgongumerki á hoyma.fo

  • 300 ár síðani pokurnar í Leirvík

    Bygdarhúsið í Leirvík

    Í ár eru 300 ár síðani pokurnar herjaðu í Leirvík. Í tí sambandi verður eitt tiltak í bygdarhúsinum í Leirvík hóskvøldið 25. september kl 19.30. Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini. Felagssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku. Tórhild […]