• Lessons in Faroese

    Leirvíkar skúli

    Skeiðið er fyri tilflytarar, bæði nýbyrjarar og nakað framkomin. Vit læra m.a. úttalu, at siga stuttar setningar og at skilja tað føroyska samfelagið betur. Tað einasta tær nýtist at taka við er pennur, pappír og forvitni. Nær: Mánakvøld 19:00-21:00 Prísur: Ókeypis   Lessons in Faroese for newcomers This course is for newcomers, beginners as well […]

    Free
  • Málkafé (learn faroese)

    Skúlin í Leirvík, stova 12

    Hjálp til undirvísing fyri børn, ið ikki hava føroyskt sum fyrsta mál. Øll kunnu luttaka. Support for teaching children who do not have Faroese as their first language. Everyone is welcome to participate.   Nær: Týsdag og mikudag kl 13:00-15:00 Prísur: Ókeypis

    Free
  • Orðblind/lesiveik børn

    Skúlin í Leirvík

    Hetta er undirvísing fyri børn úr 3. flokki og eldri, ið eru orðblind  ella lesi- ella skriviveik. Dentur verður lagdur á forritið Into Words. Eisini verður kunnað um onnur hjálpiamboð so sum VoisIT. Undirvísingin verður skipað og tillagað til einstaka persónin og kann bæði vera individuel ella í smærri bólkum.   Nær: Eftir avtalu Prísur: […]

    Free
  • Drama (13 ár og eldri)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Til drama menna vit skapandi gávur okkara gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir. Og samsundis venja vit hugsavning, spontanitet, hugflog og minni okkara. Tað er ikki neyðugt at hava nakrar royndir, og vit leggja stóran dent á, at øll kenna seg væl og trygg við at skapa eitt trygt og jaligt umhvørvi við góðum felagsskapi, fríheit […]

    kr. 500
  • Bregda og virka hosubond

    Bregda og virka hosubond
    Skúlin við Gøtugjógv

    Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs. Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 - 21:00  

    kr. 300
  • Glaslist (heyst)

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiðnum lærir tú at gera glaslist og ymisk brúksprýði eftir tínum ynski. Undirvísarin kann geva tær hugskot og leggur tær lag á. Nær: Mikukvøldini 22. og 29. okt. & 5., 12., og 26. nov. Kl. 18:00 -21:00 Prísur: 300 kr. umframt tilfar, ið verður goldið á staðnum.  

    kr. 300
  • Leirlist (10 – 18 ár)

    Skúlin við Gøtugjógv

    Á hesum skeiðnum sleppa børn og ung at arbeiða við leiri, forma og skapa sínar egnu lutir. Vit læra ymiskar teknikkir á ein stuttligan og skapandi hátt. Tíðspunkt: Mikukvøld 22. og 29. oktober og 5., 12., og 19. november    

    kr. 300
  • Talv

    Í gamla barnagarðinum við Gøtugjógv

    At telva er væl umtókt í Eysturkommunu - bæði hjá børnum og vaksnum. Á hesum skeiðnum lærir tú talv á tínum støði, um so tú hevur royndir frammanundan ella er púra óroyndur.   Tíðspunkt: Mikudagar kl. 17:00 - 19:00  

    kr. 500
  • Barnakór (3.-7. flokkur)

    Kirkjukjallarin

    Bæði gentur og dreingir hava her møguleikan at syngja við í einum kóri, ið er skipað av leiðandi kreftum frá Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Málið er, at øll læra at brúka røddina so tíðliga sum gjørligt og soleiðis skapa grundarlag fyri eini góðari sangrødd, tá ein gerst eldri. Símun Hammer, kórleiðari og organistur í Gøtu kirkju, […]

  • Bovling

    Bovlinghøllin í Leirvík

    Bovling fyri rørslu- og menningartarnað. Nær: Hóskvøld kl. 17:00 – 18:00 Prísur: 500 kr.

    kr. 500
  • Fylt sjokoláta (1. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Týsdagin 28. oktober kl. 18-21  

    kr. 300