• Fylt sjokoláta (2. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað teimum, ið kundu hugsað sær at lært at gera lekkurt konfekt og at seta sín egna dám á hvørt stykkið. Við hesum kanst tú gleða bæði teg sjálvan og onnur við. Nær: Skeiðið er mikudagin 29. oktober kl. 18-21.  

    kr. 300
  • Drama, Vaksin (18+)

    Losjan Glotti, við Gøtugjógv

    Slepp hugflognum leysum og royn okkurt heilt øðrvísi - eitt dramaskeið fyri vaksin. Á hesum skeiðnum arbeiða vit við hugflogi okkara, sjónleika-venjingum, improvisatión, kroppi og rødd. Vit venja okkum við veruliga at lurta eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum samstundis. Vit arbeiða við kropsmáli og persónligum eyðkenni. Undirvísingin verður tillagað soleiðis, at hon tekur hædd […]

    kr. 500
  • Minningarhald teirra sjólátnu

    Leirvíkar skúli +1 more

    Leygardagin 1. november 2025 verður minningarhald í Leirvík fyri sjólátnar. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 15:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 15.30. Karl Gregersen, Syðrugøta, flytur fram røðu.  

  • Brodering

    Skúlin við Gøtugjógv

    Kundi tú hugsa tær at brodera mynstur á vest? Á hesum skeiðnum verður dentur lagdur á brodering av vestinum til tey føroysku klæðini. Minst til at fáa mynstrið áteknað í góðari tíð, so at tað er klárt at fara í gongd, tá skeiðið byrjar.   Nær: 4., 5., 6. og  11. og 12. november  

    kr. 300
  • Bókaútgáva FRÍ

    Býráðshúsið Oyran 2, Norðragøta, Faroe Islands, Faroe Islands

    Mikukvøldið 5. november kl. 19 verður bókaframløga í býráðshúsinum, har bókin FRÍ eftir Jónu Joensen verður løgd fram. Páll Isholm hevur eina samrøðu við Jónu Joensen og Laura Joensen lesur brot úr bókini.  Við eru dansarar úr Eysturoyar Dansifelag. Aftaná verður høvi at njóta ein góðan drekkamunn og fáa eitt gott prát. Øll eru hjartaliga […]

  • Kvinnukvøld í Víkingahúsinum

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Mikukvøldið 5. november skipar Rokoko fyri kvinnukvøldi í Víkingahúsinum. Les meira og keyp atgongumerki á leinkjuni: https://www.rokoko.fo/products/kvinnukvold-i-vikingahusinum?fbclid=IwY2xjawN3I6xleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFoRDBXUTZyVkJnUThlRXhZAR483uIwzgGU2TqLblK1KzgwYd_Ajx5REqhIhGiSCa5PjOOSHsjgRIMLbPUIeA_aem_ScM0dHrOyEZcgwmtNerwNA  

  • Víkingaveitslan 2025

    Víkingahúsinum í Norðragøtu

    Víkingaveitslan 2025 Keyp atgongumerki 3. nov kl.19.00 í Sarpugerði - 500 kr Sum nevnt verður veitslan hildin í víkingahúsinum – øðrvísi enn áður, tí hon verður uttan tað siðbundna borðhaldið. Hølið verður innrættað við: * 5 ymiskum matarstøðum * 2 barrum * Palli til tónleik og undirhald * Standiborð og sitiborð, so tú kanst velja […]

  • Jólaligir rómabollar (1. skeið)

    Skúlin við Gøtugjógv, køkurin

    Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera rómabollar til jóla. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri.   Nær: Týsdagin 11. november kl. 18:00-21:00  

    kr. 300
  • Dreya (heyst)

    Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

    Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Nær: Fríggjadagin 14. november: 17:00 – 21:00 Leygardagin 15. november: 09:00 – […]

    kr. 300
  • Lea Kampmann í Tøting

    Tøting

    ***Leygarkvöldið 15. Nov. kl. 20.30 í Töting*** Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), eru at fáa á atgongumerki.fo. Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. Seinferð er onnur heildarútgáva hjá Leu Kampmann. Huglag, tekstir og tónleikurin er vakur, inniligur og rúnabindandi. […]

  • Jólamarknaður í Leirvík

    Brandstøðin í Leirvík

    Kom og ver við! Sum nakað nýtt, verður ein hugnaligur jólamarknaður í brandstøðini í Leirvík, fyri alla familjuna. Her fært tú høvi at keypa m.a. jólagávur, jólapynt og jólabakstur – alt sum hoyrir jólunum til. Tað verður eisini ymiskt á skránni, tú kanst taka jólamyndina til jólakortini, felagssangur, kreativitetur til børnini og hugnalig jólakafé. Set […]

  • Hvussu eitur tú – ein fyrilestur við Susanne Barding um navnagávu í Syðrugøtu og Berneray

    Tøting

    Mikukvøldið tann 19. nov. kl. 19 verður bjóðað til eina mennandi, hugfangandi hugnaløtu í Tøting saman við Susanne Barding, sum fer at greiða frá navnagávu í Syðrugøtu og í lítlu oynni Berneray á Hebridunum. Tiltakið er skipað í sambandi við at Sprotin gevur út bóklingin ”Hvussu eitur tú?”, ið Susanne hevur skrivað. Bókin var upprunaliga […]