Felagsmøti og skógvaeskjurnar kunnu latast inn
Sunnudagin 18. oktober kl. 14:00 verður felagsmøti í Gøtu Kirkju. Tá kunnu Christmas Child skógvaeskjurnar latast inn. Døgurði verður at fáa aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bethania og Filadelfia.
Sunnudagin 18. oktober kl. 14:00 verður felagsmøti í Gøtu Kirkju. Tá kunnu Christmas Child skógvaeskjurnar latast inn. Døgurði verður at fáa aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bethania og Filadelfia.
Leygardagin 24. oktober skipa vit fyri einum hugnaligum gongutúri niðan á Leirvíksfjall saman við Árna Jacobsen. Vit møtast við Víkinga vøllin í Leirvík kl. 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin við! 📅 Leygardagin 24. oktober 🕙 Kl. 10.00 📍 Møtast við vøllin í Leirvík Túrurin verður gingin, um viðrar.
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 26. oktober kl. 17:00 – 20:00
Týsdagin 27. oktober kl. 17:00 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Helena Kannuberg kemur at lesa úr bókini "Í morgin fari eg aftur at spæla við Babba."
So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […]
So verða barna- og ungdómsveitslur aftur á skránni Í ár verður tað eitt sindur øðrvísi. Vit hava deilt veitslunar í tvey, so at tey yngru eru fyri seg, og tey eldru fyri seg Sí myndirnar niðanfyri fyri tilmelding Vit gleða okkum at síggja nógvar fittar Víkingar, veitsluklødd og í góðum lag G.G.: Tað er ikki […]
Sunnudagin 1. november 2026 verður minningarhald teirra sjólátnu í Leirvík. Farið verður út á Minnisvarðan kl. 16:00, har kransar verða lagdir. Minningarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla kl. 16.30. Árni Jacobsen, Leirvík, flytir fram røðu.
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Leirvíkar kirkju í november Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 3. november 10. november 17. november 24. november
Árliga víkingaveitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík leygarkvøldið 7. november kl. 19:00. Trý rættað matskrá Felagssangur Undirhald Tónleikainnsløg: Sámal Ravnsfjall Jón frá Grandmas Basement Eyðun Nolsøe Dansur við BRIM Keyp atgongumerki til veitsluna i Víkingahúsinum í Sarpugerði mikudagin 28. oktober kl. 19-21.
Hetta skeiðið er ætlað tveimum ættarliðum, har vit hava eina hugnaliga løtu, meðan vit læra at gera lekkurt konfekt. Gerið konfekt, ið kann gleða bæði tykkum sjálvi og onnur við. Skeiðið er fyri børn frá skúlaaldri. Ein tilmelding er fyri tveir luttakarar. Nær: Mánadagin 9. november kl. 17:00 – 20:00
Týsdagin 10. november kl. 10 verður søguløta á bókasavninum við Gøtugjógv. Vár Berghamar Jacobsen lesur úr bókini Luddi og Lundisa spæla krógva og blunda. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vit spæla borðspøl í Víkingahúsinum í Norðragøtu! Mikukvøldið 11 nov. verður borðspælskvøld Víkingahúsinum í Norðragøtu frá kl. 18:00 til 21:00. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við borðspølum. Tit eru eisini vælkomin at taka borðspøl við! 🎲 Vit vóna at síggja nógv tykkara!