Konsert við Guðrið Hansdóttir
Hóskvøldið 27. august verður konsert í Báta- og Listasavninum við Guðrið Hansdóttir. Atgongumerki kunnu keypast her: atgongumerki.fo G.G. sera avmarkað atgongd er til konsertina.
Hóskvøldið 27. august verður konsert í Báta- og Listasavninum við Guðrið Hansdóttir. Atgongumerki kunnu keypast her: atgongumerki.fo G.G. sera avmarkað atgongd er til konsertina.
Dansur verður í Losjuni Fríggjakvældið 28/8. Jonhard tekur sær av tónleikinum Kaffi, kakur, hugni og prát. Kostnaður 50 kr
Saunagos, hitapottur, drykkivørur, snacks og mangt annað!! Síggjast til mannfólkakvøld í Saunadypp! Leinkja til heimasíðu: saunadypp.fo – Føroya fyrsta og einasta flótandi sauna
Hjartaliga vælkomin til vøggusálmasang við Carlu Josenius Mikkelsen, barnaergoterapeuti, í Gøtu kirkju í septembur Vit gera stimbrandi rørslur við pinkubørnunum, syngja barnasálmar og -sangir, hava andakt og aftaná verður drekkamuður í kirkjukjallarinum. Tilmelding á tlf. 223871 Tað verður hesar dagar, kl. 10:00: 1. september 8. september 15. september 22. september 29. september
Leygardagin 5. september verður finalan um Løgmanssteypið hjá monnum spæld á Tórsvølli. Víkingur spælir í móti KÍ kl. 19:00. Atongumerki kann keypast á: atgongumerki.fo
AFTER HOURS spæla til dans í Losjuni fríggjakvøldið 25/9 frá kl. 22.30-01.00 Kaffi, køkur, hugni og prát. Kostnaður: 180 kr.
Leygardagin 19. september verður HOYMA aftur. Tvey tey seinastu árini hevur HOYMA verið útselt, og eisini í ár verða einans 300 atgongumerki sett til sølu. HOYMA var upprunaliga tiltakið, sum setti gongd á eitt hugtak, ið síðan hevur breitt seg nógv. Í Føroyum eru fleiri líknandi tiltøk sprottin fram – t.d. Húsagonga, Válan, Hitt á Glyvrum, Heima og […]
Leygarkvøldið 19. septembur kl. 19, verður skipað fyri eydnuhjóli á brandstøðini í Leirvík, til frama fyri Leirvíkar missiónshús. Umframt eydnuhjól verður eisini tombola, fiskibrunnur og søla av kaffi, te og vaflum.
Fjós-Bit við Høgna Lisberg verður 26. sep kl 20.00 til uml 23.00 á Varmakeldugarðinum. Góður tónleikur og okkurt til matna. Kostnaðurin er 390,- Bílegg pláss við at senda t-post til booking@varmakelda.fo. Gjaldast skal við bílegging. G.G.: Tað er avmarkað pláss.
Leygarkvøldið 10. Okt. kl. 20.30 í Tøting Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á https://grot.atgongumerki.fo/web.../event/3781101/order/main ella við dyrnar frá kl. 20.00.Tey ið eru 18 ár ella yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd. Konsert við Eyða Horsdal og bólki Í heyst verður Eyði Horsdal aftur […]
Familjudagur og skattaveiða á Varmakeldugarðinum sunnudagin 11. oktober millum kl. 13.00 - 16.00 Kom og vitja garðin, djórini og ver við í skattaveiðuni uttanfyri. Møguleiki er at keypa kaffi/te og kaku, peningurin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.
Hóskvøldið 15. oktober kl. 19.00 til 22.00 verður eitt hugnaligt teknikvøld í Húsinum hjá Karli í Norðragøtu. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin framvið til eina kreativa løtu. Her fært tú upplæring í at tekna eina uppstilling ella eina andlitsportræt. Undirvísari er Tummas Jákup Thomsen, sum fer at hjálpa og vegleiða undir kvøldinum. Tiltakið […]