Flaggdagshaldið 2025
Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.
Leirvíks Páll skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík. Tiltakið verður úti í Bug fríggjadagin 25. apríl kl 15:00 Úlvar og skótar møta í búna í skótahúsinum kl 14:30, har skrúðgongan byrjar.
Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo Øll eru hjartaliga vælkomin!
3. mai kl. 10:00 er kafé í Filadelfia. Hugnalig samvera, sangur og drekkamuður. Øll hjartaliga vælkomin!
Lávusarhús opnar hurðarnar fyri nýggjum og forvitnum bindarum 6 mai! Her kanst tú royna at binda við ymiskum sløgum av tógvi, eisini tógv úr føroyskari ull. Tiltakið er ætlað ferðafólkum. Meira info: whatson.fo
Leygardagin 17. mai verður endin á ársins ódnartøkum. Rógvarar í øllum aldri og førleikum koma at kappast Tiltakið er ókeypis. Komið framvið!
Leygarkvøldið 17. Mai kl. 20.30 í Tøting! Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo Limir í Grót ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.
Næmingakonsertin hjá Eysturkommunu tónlistaskúla verður kl. 17:30 í kvøld, í miðhølluni í Leirvíkar skúla Øll eru hjartaliga vælkomin!
Eldrafelagið “Fjallið” hevur aðalfund t. 26. maj í bygdahúsinum í Leirvík kl. 19.00. Jutta Helgadóttir frá “ Hoyrnini” kemur at greiða frá hoyritólum . Evnið er frá skuffuni til oyra. Àbit verður eisini. Øll eru hjartaliga vælkomin og eisini til at tekna seg sum lim hjá “Fjallinum”
Boðið verður til almenna móttøku á Báta- og listasavninum í Leirvík 29. mai frá 15-18. Á skránni verða røður og sangframførslur. Okkurt gott til góman verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin forbí!
May 29th at 5pm Total duration: 3–4 hours A light and short walk between the houses, lasting about 1½ hours, in the cozy sunset village of Leirvík. A delicious fish soup will be served with freshly baked bread, especially tasty butter, and a glass of wine. Eatlocal.fo for more info!
Týsdagin 3. juni kl. 19:30 verður alment tiltak á Bátasavninum. Har verður m.a framløga og sofaprát um Hvanngarðin. Øll eru hjartaliga vælkomin
Árligi ruddingardagurin, ið var ásettur at verða í morgin 4. juni, er fyribils útsettur vegna veður. Væntandi verður hann mikudagin 11. juni. Nærri kunning kemur seinni.