Konsert við Leu Kampmann

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Lea Kampmann, har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Lea Kampmann (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.

kr. 200

Víkingaveitslan 2024

Bygdarhúsið í Leirvík

Leygardagin 9. nov. 2024 kl. 19:00, verður Víkinga veitsla hildin í bygdarhúsinum í Leirvík. Set X í kalendaran og kom við . Tilber at fylgja við á Facebook síðuni hjá Víkingi her: https://www.facebook.com/vikingur.fo   Meir kunning um tiltakið kemur seinni.

Dreya

Skúlin við Gøtugjógv, smíðstovan

Á skeiðnum lærir tú, hvussu tú kann formgeva viðin og gera t.d. stakar, skálir ella pyntandi lutir. Bert títt hugflog avmarkar møguleikarnar. Eisini lærir tú, hvussu maskinurnar, tú arbeiðir við, skulu handfarast og hvussu tú brúkar tær, so tú fært sum mest burturúr. Tíðspunkt: Fríggjadagin: 17:00 – 21:00 Leygardagin: 09:00 – 17:00

kr. 300

Konsert við Marius Ziska

Gamli skúli í Leirvík

Talan er um eina lítla, ótrúliga hugnaliga og nærverandi konsert í hugnaliga gamla skúlanum við Marius Ziska., har bert 30 atgongumerkir eru til sølu. Atgongumerkir kunnu keypast her: Marius Ziska (atgongumerki.fo) og tað er íroknað kaffi v.m.

kr. 200

Jólasøla í Losjuni við Gøtugjógv

Losjan Glotti, við Gøtugjógv

Leygardagin 23. november verður jólasøla í Losjuni frá kl 11.00 - 15.00. Fleiri ymiskir básar fara at selja hondgjørdar lutir. 8. flokkur hevur tombola. Eisini verður okkurt gott nýbakað til keyps. Havi reiðan pening við, tað kann vera at onkur sølubásur ikki hevur terminal. Øll eru hjartaliga vælkomin, vinaliga Serbreytin í Klaksvík.

Jólatrøini í kommununi verða tendrað

Við Gøtugjógv: Týsdagin 3. desember kl. 18:00. Björk Tyril flytir fram røðu, Eystanljóð syngur. Leirvík: mikudagin 4. desember kl. 18:00 Tórhallur við Gil flytir fram røðu, Gøtu kirkjuungdómskór syngur.

Jólakafé í Filadelfia

Filadelfia

Jólakafé í Filadelfia  Leygardagin 7.des kl 10.00 - 12.00 Á skránni verður sangur, samfelag og góður drekkamunnur - øll eru hjartaliga vælkomin!

Jólasøla í Víkingahúsinum

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jólasøla í Víkingahúsinum. Sølubásar við alskyns góðum frá húskjum í Eysturkommunu

Vælkomin til jóla-sangløtu!

Vælkomin til jóla-sangløtu!      Miðhøllini í Leirvíkar skúla.        Mikudagin 11. des kl 17.00.        Sangløtan er fyri børn, ommur og abbar,      langommur og langabbar.      Vit fara at syngja jólaligar sangir og hugna okkum.      Aftaná fáa øll okkurt gott.

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Jolahugni hjá Eldrafelagnum Fjallið íVíkinga­ húsinum. Tilmelding áðrenn 4. des­ember. Kostnaðurin er 150 kr.

kr. 150