
Play Boys & ASA í Tøting

Dato
8. februar
Staður
Tøting
Tónleikabólkurin PLAY BOYS, við James Olsen á odda, kemur at spæla orkuríkan og svingandi tónaleik, m.a. Steve Wonder, Donald Fagen, Natalie Cole, George Benson og mangt annað. Teir eru glaðir spælarar, sum ikki smæðast at improvisera ella siga eina stuttliga søgu, við ella uttan ljóðførið.
Ása Helena Brynjarsdóttir (ASA) eitur tann føroysk-íslendska songkvinnan, sum við síni livandi rødd og beinraknu tekstum, bergtekur áhoyrarafjøldina, og bjóðar lurtaranum inn í sín kensluborna hugaheim, har hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum, og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu, og hvussu man er vaksin.
Atgongumerkið kostar 150 kr, tó bert 100 kr fyri limir í Grót. Tey ið er 18 ár og yngri, og eru limir í Grót, hava ókeypir atgongd.
Ogna tær eitt atgongumerki her: https://www.atgongumerki.fo/2842962/play-boys-asa-i-toeting ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Tiltakið er ætlað ungum sum eldri, so verið hjartaliga vælkomin!
Líknandi tiltøk

21.
mar
Konsert í Tøting

24.
mar
Kom og perla á bókasavninum

26.
mar
Kom og perla á bókasavninum

27.
mar
Pub Quiz í Bovling

16.
apr
Knit with the locals

24.
apr
Pub Quiz í Bovling

07.
mai