Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Konsert á Báta- og Listasavninum

Dato

23. november

Staður

Báta- og Listasavnið

Vit bjóða til eina serliga vakra og øðrvísi konsertuppliving, tá Monika Stauss Joensen (violin) og Ólavur Jakobsen (gittar) spæla konsert á savninum sunnudagin 23. november kl 16.
Skráin er í stóran mun verk hjá Niccolò Paganini, ið bæði var framúr violinleikari og einastandandi gittaristur. Talan er um lættan, virtuosan og vakran tónleik í tí klassiska bel canto–forminum.
Afturat hesum fara tey bæði at framføra verk eftir Ole Bull, Vittorio Monti, tónar úr Føroyum og Sveis, og eisini sololag fyri gittara eftir Leo Brouwer.
Talan er um eina eitt sindur øðrvísi konsert – bæði tónleikaliga og við frásøgn – sum gevur eina spennandi og lættari uppliving hjá lurtarunum.
🎟 Atgongumerki: 100 kr. – fáast við dyrnar
☕️ Góður kaffimunnur aftaná
⏱ Konsertin er uttan steðg
🤝 Økistónar og Konsertfelagið stuðla tiltakinum
⚓️ Báta- og Listasavnið í Leirvík, Kulibakki 8
Mynd: Kristfríð Tyril