Loading Events
Tiltøk í Eysturkommunu

Jólasøla í Víkingahúsinum

Dato

7. desember

Staður

Víkingahúsinum í Norðragøtu

Árliga jólasølan verður aftur, har borgarar í Eysturkommunu koma at selja hondgjørdar lutir o.a.
Kom og keyp jólagávuna til ein, tú ert góð/ur við.
Her fært tú: Ymiskt bundið, trælutir, heimagjørt jólapynt, seyðaskinn, myndir, Víkinga-fjepparalutir, klæðir, lampur, stakar, kort, plakatir, oyralokkar, góðgæti.
Tú kanst eisini keypa tær ein góðan te- ella kaffimunn við onkrum góðum afturvið, í hugnaligum umhvørvi.
Vit gleða okkum at síggja teg!