
Gøtu Kirkju Ungdómskór & Gøtu Kirkju Barnakór syngja jólini inn!

Dato
22. desember
Staður
Gøtu kirkja
Siðbundna jólakonsertin “Vit syngja jólini inn” í Gøtu kirkju, verður í ár hildin 4. sunnudag í advent, 22. Des., kl. 19.00. Kórið hevur sett eina spennandi og sera “jólaliga” skrá saman, so jólahýrurin verður í topp gjøgnum konsertina.
Umframt Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur Gøtu Kirkju Barnakór eisini við bæði sjálvi og partvís saman við Gøtu Kirkju Ungdómskóri – so her er nógv at gleða seg til
Kirkjan er altíð stúgvandi full til hesar konsertirnar, so set 22. des. kl. 19.00 av í kalendaranum og møt tíðliga, um rætta plássið skal fáast.
Kórið verður sum altíð, sera væl fyrireika, til at geva tykkum áhoyrarum tí best møguligu jólakonsertina. Kórið leggur dent á at hava nøkur nýggj elementir við hvørt ár til jólakonsertina – og í ár verður onki undantak.
Konsertin er ókeypis, men høvi verður at geva eina gávu til raksturin av kórinum, og tær stóru avbjóðingar, sum kórið hevur fyri framman
Líknandi tiltøk

19.
mar
Kom og perla á bókasavninum

19.
mar
Knit with the locals

19.
mar
Seyðaprát

21.
mar
Konsert í Tøting

24.
mar
Kom og perla á bókasavninum

26.
mar
Kom og perla á bókasavninum

27.
mar
Pub Quiz í Bovling

16.
apr
Knit with the locals

24.
apr
Pub Quiz í Bovling

07.
mai