Loading Events
Handverk og list
Náttúra og tøkni
Kvøldskúli

Filma og ger video við fartelefonini

Byrjanardato

21. november

Endadato

23. november

Staður

Leirvíkar skúli

Undirvísari

Hermann Eliassen

Amboðið hevur tú longu í lummanum! Og á hesum 3-daga byrjanarskeiðinum lærir tú at brúka tað. Vit halda tað heilt einkult. Tað einasta tólið tær nýtist er telefonin.

Vit fara ígjøgnum tær týdningarmestu grundreglurnar, so tú altíð kanst fáa tað besta úrslitið: at halda telefonina støðuga, finna gott ljós, fáa greiða rødd og brúka einfaldar kamerastillingar.

Tú lærir at fokusera og læsa ljós, at velja røttu vinklarnar, og hvussu tú tekur upp við klipping fyri eyga: byrja og enda rætt, savna B-roll og at enda, so læra vit sjálvandi eisini at seta alt saman, leggja ljóð til og at klippa.

Í stuttum: Her lærir tú at gera eitt video, sum sær gott út.

Á skeiðnum arbeiða vit við ókeypis forritinum CapCut.

 

Nær: Fríggjadagin 21. november kl. 17-20 og 22. og 23. november kl. 13-17

 

Kostnaður: 300 kr.


Tilmeldingin til kvøldskúlan er stongd.