Loading Events
Sjónleik
Kvøldskúli

Drama, Vaksin (18+)

Byrjanardato

1. november

Endadato

2. november

Staður

Losjan Glotti, við Gøtugjógv

Undirvísari

Noomi Reinert

Slepp hugflognum leysum og royn okkurt heilt øðrvísi – eitt dramaskeið fyri vaksin.

Á hesum skeiðnum arbeiða vit við hugflogi okkara, sjónleika-venjingum, improvisatión, kroppi og rødd. Vit venja okkum við veruliga at lurta eftir hvørjum øðrum og okkum sjálvum samstundis. Vit arbeiða við kropsmáli og persónligum eyðkenni.

Undirvísingin verður tillagað soleiðis, at hon tekur hædd fyri øllum, uttan mun til royndir. Vit leggja dent á, við látri og álvara, at hava eitt trygt og álítandi umhvørvi, har øll kenna seg væl.

 

Nær: Leygardagin 1. nov kl 10.00 – 14.00 og sunnudagin 2. nov. kl 13.00 -17.00

Kostnaður: 500 kr.


Tilmeldingin til kvøldskúlan er stongd.