
Bregda og virka hosubond

Byrjanardato
21. oktober
Endadato
28. oktober
Staður
Skúlin við Gøtugjógv
Undirvísari
Bára Joensen
Kanska tú skalt gera føroysk klæðir til mannin, sonin ella til tín sjálvs.
Á hesum skeiðnum hevur tú møguleikan at læra hesi bæði gomlu handverkini, at virka hosubond og at bregda band til føroysku klæðini
Tíðspunkt: Týskvøldini 21. oktober og 28. oktober frá klokkan 19:00 – 21:00
Kostnaður: 300 kr.

