

5. november
Býráðshúsið
Mikukvøldið 5. november kl. 19 verður áhugaverd bókaframløga í Býráðshúsinum í Norðragøtu, har bók eftir Jónu Joensen verður løgd fram. Øll eru hjartaliga vælkomin.
FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.
Bókin, ið er skriva sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.
Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skriva bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmetið, fruktum, urtum og víni.
Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.
Bókaframløgur vera á hesum støðum:
Sands Bókasavn mikukvøldið 29.Oktobur, kl. 19
HNJ Gamli Bókhandil hósdagin 30. Oktobur, kl. 16.30
Fiskastykkið Sandavágur leygardagin 1. Novembur kl. 12.00
Testovan Marin Malena á Biskupsstøðgarði Klaksvík sunnudagin 2. Novembur. kl. 16
Seglloftið á Tvøroyri mánadagin 3. Novembur kl. 16.30
Býráðshúsið Norðagøta mikukvøldið 5. Novembur. kl. 19

Jóna Joensen við bókini FRÍ