25. september
Bygdarhúsið í Leirvík
Í ár eru 300 ár síðani pokurnar herjaðu í Leirvík. Í tí sambandi verður eitt tiltak í bygdarhúsinum í Leirvík hóskvøldið 25. september kl 19.30.
Martin Fjallstein hevur hugleiðingar um lívskorini 1700–1730 og serliga um summarið 1725, tá pokurnar á hásumri herjaðu í bygdini.
Felagssangur: Vagn Foldbo við klaveri og Juel Høgnesen við harmoniku.
Tórhild Bjarkhamar syngur við undirspæli tveir gamlar sálmar.
Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa.