Koyrikort til prutl

Koyrikortið er til AM – lítið prutl. Hetta gevur loyvi til at koyra prutl við grønum plátum, hægst loyvda ferð er 30 km/t.
Skeiðið er 35 undirvísingartímar p/p. 15 tímar teori, 12 timar venjingarkoyring og 8 tímar fyrstuhjálp.

NB: Skeiðsluttakarin skal verða fylltur 15 ár áðrenn 1. mai.
Gott, um foreldur eru við fyrsta kvøldið.
Takið dóps- ella navnabræv og passmynd við tær fyrsta kvøldid.

Tíðspunkt:
Skeiðið byrjar væntandi í mars. Eftir nærri avtalu.